Talan er um eina bíbliulesiætlan, sum verður nevnd ?Kumpas? Lesiætlanin kemur út sunnudagin. Í Heimamissiónsungdómi siga tey, at fyri mong ung er tað tungt at lesa í Bíbliuni, tí hon tykist alt ov torskild. Heimamissiónsungdómur metir ikki, at tann eftir teirra tykki mest spennandi, gevandi, lívsbroytandi og besta bókin, kann ikki leggjast á hillina, tí hon er ov trupul at skilja. Við ?Kumpas? vilja tey í Heimamissiónsungdómi hjálpa ungum at lesa meira í Bíbliuni og betur at skilja tann spennandi boðskapin, sum tey meta, at Bíblian inniheldur.
Á Ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum var í Hoyvíkshøllini fyrr í ár, varð lítið royndarhefti av ?Kumpas? givið út. Endamálið var at geva eina lítla hóming av, hvussu ?Kumpas? fór at verða.
Á Ársmøtinum vóru tað nógv ung, sum nýttu høvið at tekna seg fyri bíbliulesiætlanini.
?Kumpas? er skipað soleiðis, at víst verður til eitt brot úr Bíbliuni at lesa hvønn dag, og harafturat er ein frágreiðing um bíbliutekstin umframt møguliga onkur avbjóðing til lesaran eisini.
?Kumpas? kemur fyrstu ferð út 1. august, og kemur ætlandi út tvær ferðir um árið. Til ber at tekna seg til lesiætlanina á www.mission.fo.