Heimapartar til havnaborgarar

Enn er ikki greitt, hvussu stór grindin í Havn er. Higartil eru 220 hvalir tiknir upp, men helst eru nakrir eftir. Sýslumaðurin hevur gjørt av at býta í bæði dráps- og heimapartar Tey, sum hava skrivað seg á listan í Tórshavnar kommunu, fáa nú grind. Sýslumaðurin hevur nevniliga gjørt av, at grindin, ið Norröna fann í morgun millum Kirkjubønes og Borðina, og sum legði beinini í Sandágerði beint eftir klokkan átta í morgun, skal býtast í dráps- og heimapartar.

Umframt Havnina, Argir og Hoyvík, fáa eisini kollfirðingar og kaldbaksfólk heimapart.

Av kommununi frættist nú, at grindin fer upp um 220 hvalir, sum higartil eru komnir upp á keiina á Viðarnesi.

Nærri fæst at vita klokkan 17 á www.torshavn.fo, nær seðlarnir koma út.