Starvsfólk í Nærverkinum halda lítið um tær sparingar, sum nú verða framdar í Heimarøktini og í Serforsorgini.
Limirnir í Almanna- og Heilsurøktarfelagnum arbeiða ikki í heimarøktini, men teir eru á røktarheimum, sambýlum og bústovnum.
Á summum av hesum stovnum skulu fólk setast niður í tíð.
- Á bústovnum átti starvsfólkatalið heldur at verið uppnormerað. Nógv av teimum, sum búgva har, brúka nógvan heilivág, og tí er ikki rætt næstan bara at seta pedagogar og starvsfólk at arbeiða á hesum stovnum, sigur Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og Heilsurøktarfelagnum.
Hon heldur tað vera løgin raðfesting at spara so nógv í heimarøktini.
- Heimarøktin ger eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði, og skulu vit bara so nøkulunda liva upp til málsetningin um, at gomul skulu búgva sum longst í egnum heimi, má heimarøktin vera góð, sigur Majbritt Mohr.
Øll reingerð er nú spard burtur, og tað er ikki beint, heldur hon, men leggur aftrat, at reingerð eigur at verða veitt gomlum heimabúgvandi.
Følna skjótari
- Vit vita, at gomul fólk følna skjótari, um tað ikki er hampiligt uttan um tey, og tað er eisini virðiligari. Men reingerð er ikki alt. Tað hevru stóran týdning fyri tey gomlu, at heimahjálpin kemur inn at práta, og heimahjálpin kann eisini eygleiða, um nakað er galið, um tey eru í ørviti o.a. sigur Majbritt Mohr.
Ein álvarslig avleiðing aftrat av sparingunum verður, at heimahjálpirnar verða minni nøgda við sítt arbeiði og fara at mistrívast av øktu arbeiðsbyrðuni.
Hon væntar, at sparingin í heimatænastuni fer at økja um trýstið á røktarheimini.
Majbritt Mohr er samd við teimum, sum halda, at alt apparatið rundan um Nærverkið er bólgnað av nógv.
- Vit hava sæð tað seinastu 10-12 árini, at eitt starv fyri og eitt eftir er komið aftrat. Tað ber ikki til at seta so nógv nýggj leiðarastørv, tí tey skulu jú gjaldast. Tað verður ov langt millum loft og gólv. Raðfestingarnar eru so løgnar. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at sett seg niður á gólvið og mett um, hvat vit vilja, sigur Majbritt Mohr.