Heimasíða vísir vegalongdir millum bygdir

Landsverk bjóðar nú øllum bilførarum eina nýggja, lætta og ókeypis tænastu umvegis heimasíðuna, har til ber at finna vegalongdina millum tey ymsu plássini í Føroyum. Tað veri seg millum einhvørja bygd ella einhvønn bý í landinum.

Nú ber til at síggja vegalongdirnar millum øll bygd pláss í Føroyum. Landsverk hevur ment eina nýggja skipan, sum nú er partur av heimasíðuni, har til ber at seta inn navn á bygdum ella býum í teigar, haðani tú ætlar koyra frá og til. Síðani upplýsir skipanin neyvu frástøðuna millum valdu plássini.

Eitt nú eru tað 83,94 kilometrar millum Argir og Ánirnar, 83,94 kilometar millum Gøtugjógv og Gásadal, 70,69 millum Tórshavn og Toftir, og 46,14 millum Velbastað og Vestmanna.

Sjálvt bygdir, ið neyðugt er at sigla til, verða bundnar saman í skipanini. Upplýst verður tann samlaði vegateinurin á øllum oyggjum millum tær valdu bygdirnar. Somuleiðis verður upplýst, hvussu nógvar ferjur møguliga neyðugt er at brúka fyri at kunna ferðast millum plássini, og hvørt tað kann vera neyðugt at koyra ígjøgnum møguligar gjaldstunlar.

Skipanin er ment í samráði við Taks, og sostatt eru longdirnar á vegateinum í samsvari við tað, sum stuðul til ferðaútreiðslur verður útroknaður eftir.

Fyribils er skipanin á einum royndarstøði, og har kunnu tí møguliga fyrikoma onkrir óneyvleikar.