Fótbóltur
Dysturin var ikki meira enn 11 minuttir gamal, tá Mikkjal Thomassen gjørdi brotsspark, sum Bartal Eliasen trygt setti í netið. Henda byrjanin var alt annað, enn hvat EB/Streymur hevði vónað.
Eftir hetta legði EB/Streymur stórt trýst á ÍF, men megnaði sjálvdan at koma fram til veruligar kjansir.
Mest royndu EB/Streymur seg við at senda bóltin uppum verjuna og til Arnbjørn Hansen. Eftir fleiri miseydnaðar royndir við hesum, legði Hans Pauli Samuelsen ein góðan bólt uppum verjuna hjá ÍF, har Arnbjørn Hansen gjørdist leysur og stútaði bóltin móti málinum, men Andras Gango í málinum hjá ÍF fekk vart fyri.
ÍF effektivir og væl skipaðir
Eftir at ÍF hevði lagt seg á odda í 11. minutti, legði EB/Streymur eitt langt, stórt trýst á ÍF. Men veruligar málkjansir komu teir sjálvdan til. Í 26. minutti hevði Hans Pauli Samuelsen eitt gott langskot úr 25 metrum, sum fór júst framvið stongini.
Síðan fekk ÍF luft aftur eina løtu. Eftir gott smáspæl frameftir vøllinum, kom eitt innlegg eftir jørð úr høgra borði, og ÍF fekk skot á, sum tó fór uppum.
EB/Streymur royndi áhaldandi at legga bóltin høgt inn til Arnbjørn Hansen inni í brotsteiginum, men hetta vísti seg at verða skeivur taktikkur móti eini verju, sum Bartal Eliasen er partur av, umframt aðrar luftsterkar leikarar. Næstan allar luftduellirnar vann ÍF, og sum heild fekk EB/Streymur sera lítið burturúr.
Tá 43. minuttir vóru farnir, kom EB/Streymur til ein góðan kjans. Bólturin var spældur oman í høgra horn, og eftir gott smáspæl, varð bólturin lagdur aftureftir av hornalinjuni til Leif Niclasen, sum stóð í góðari støðu. Hann smekkaði eisini til, men í síðstu løtu fekk Bartal Eliasen kasta seg fyri bóltin, og tískil varð einki mál.
Í fyrsta hálvleiki vístu ÍF seg at verða sera væl skipaðir í verjuni, og hóast EB/Streymur hevði havt bóltin nógv mest, megnaðu teir sjálvdan at gerast farligir. Harafturímóti vísti ÍF seg at verða sera effektivir og megnaðu sum oftast at fáa skot á, tá teir fóru frameftir við bóltinum.
EB/Streymur trýstu
So skjótt sum annar hálvleikur fór í gongd, legði EB/Streymur aftur eitt áhaldandi trýst á verjuna hjá ÍF. Í 48. minutti fekk EB/Streymur tríggjar kjansir í sama viðfangi, eftir at Leif Niclasen hevði spælt seg sjálvan leysan í vinstra borði og lagt bóltin inn. Men ÍF og Andras Gango fingu vart fyri.
Longu minuttin eftir var tað Levi Hanssen, sum setti ein ÍFara av í vinstra borði, rak inneftir og legði bóltin inn framvið mállinjuni. EB/Streymur fekk skot á í tveimum royndum, men báðar ferðirnar bjargaði Andras Gango á mestsum mirakuløsan hátt.
Í 51. minutti var bólturin í BE/Streymamálinum enn einaferð, men Eiler Rasmussen hevði floytað fyri rangstøðu.
Fimm minuttir seinni, hevði Sasa Jovanovic eisini eina roynd eftir kontraspæl, men skotið fall mitt á René Tórgarð.
Hans Pauli Samuelsen svaraði aftur við beinleiðis frísparki, sum fór hálvan metur framvið stongini, og í 64. minutti royndi Dánjal Davidsen seg við langskoti, eftir at hann hevði sett tveir leikarar av. Talan var um eitt frálíkt langskot úr 30 metrum, sum hevði beina kós móti samankomingini, men á mest ótrúliga hátt fekk Andras Gango bjargað við einari hond.
Tveir minuttir eftir royndi Arnbjørn seg við einum heilfluktara, men skotið fór uppum.
Mundu skorað, men sóu reytt
Tá 66. minuttir vóru farnir, gjørdust ÍF knappliga sera vandamiklir. Teir spældu seg fram í høgra horn, settu ein leikarar av, og løgdu bóltin eftir jørð inn til Nenad Saric, sum úr 11 metrum høgdi til. Bólturin brast á tvørtræðiði og út í spæl aftur. EB/Streymur streyk avstað við bóltinum, og spældu bóltin til Hans Paula Samuelsen, sum var um at gerast púra leysur. Jonn Thomsen brúkti neyðbremsuna, og hálaði hann niður, og Eiler Rasmussen hevði einki annað val enn at geva honum beinleiðis reyða kortið.
Longu tríggjar minuttir eftir, mundi verið galið. Hans Pauli Samuelsen stóð miðskeiðis millum miðlinjuna og brotsteigin hjá ÍF, sendi ein bólt inn í brotsteigin til Arnbjørn Hansen, sum setti høvið á bóltin, bert fimm metrar frá málinum. Men enn einaferð var Andras Gango sum ein køttur, og fekk jústað bóltin framvið málinum.
Eftir hetta høvdu EB/Streymar sæð skriftina á vegginum, og máttu ásanna, at tað skuldi bara ikki verða í dag. Bæði liðini skiftu út, men søgan var tann sama. EB/Streymur trýsti, men fingu ikki mál, og ÍF royndi seg við kontra.
Eftir næstan seks minuttir av yvirtíð, blásti Eiler Rasmussen dysti av, og ÍF hevði megnað tað, eingin annar hevur megnað í ár, nevnliga koma aftur úr Streymnesi við øllum trimum stigunum.