Fleiri siga seg í hesum døgum vakna á morgni og spyrja, um tey droyma ella eru vakin. Skilafólk, ið vilja landi og fólki tað besta, nokta at trúgva, at tað er satt, at føroyingar so stutt eftir kreppuna í 90'unum aftur ætla á biddaraferð til Danmarkar. Men hetta er beiski veruleikin. Landsstýrið við Kaj Leo Johannesen á odda hevur sum høvuðssetning at fáa danskar skattgjaldarar at rinda fyri búskaparliga skilaloysið, ið hevur valdað í føroyska heimastýrinum farnu árini. Fólk drýpa høvur av skomm og spyrja, um sjálvberandi búskapur og sjálvstøða nakrantíð verða veruleiki í Føroyum, og tað er álvarsamt. Missa fólk trúnna á júst hetta, kann mangt skilafólk gera av, at tað ikki eitt sekund vil stríðast fyri einum biddandi sambandsheimastýri. Fyrr kann tað einsamalt gera sær fyri skommum og ríka tey ríkastu við einum asosialum flatskatti. Hesin hugburður kann veruliga vinna frama, nú fólkasamansetingin longu er skeiv, fólkatalið minkar, og stoltleikin millum fólk er horvin.
Tí grundleggjandi spurningurin er, hvør meining er í at rinda einum heimastýri skatt, tá politikararnir fara so illa við teimum skatta- og avgjaldskrónum, teir fáa at umsita. Fólk í Føroyum hava trúliga fylt landskassan við skatti og avgjøldum seinastu 12-13 árini. Tað hevur ikki staðið á at økja um landsins inntøkur, tí fólk vóru trúføst ímóti landinum, og ei heldur hevur skortað við politiskum møguleikum at gera landið uppaftur leysari av blokki úr Danmark. Hesar møguleikar hava politikarar oyðslað okkum av hondum, og sannlíkt er, at fleiri teirra oyðslaðu møguleikarnar burtur tilvitað, tí Føroyar eru og verða eitt ábyrgdarleyst heimastýri í áhaldandi stríði við seg sjálvt. Skynsom búskaparstýring í verandi skipan ber ikki til, tí vit virka ikki í felag fyri eindini Føroyum. Vit uppføra okkum eftir masterplaninum, ið danski embætismaðurin, Nils Arup, skrivaði, tá heimastýrislógin varð sett í gildi. Vit skuldu stríðast innanhýsis um danskar pengar, so vit aldrin fóru at savna okkum um sjálvbjargni. Og tað gera vit framvegis í ólukkumát.
Lat okkum hyggja at, hvussu hevur eydnast at stýra landskassanum síðan 1998, tá sjálvbjargnisandin av álvara kyknaði aftur í Føroyum. Í 1998 vóru inntøkurnar hjá landinum 3.148 mió. kr. og útreiðslurnar 2.676 mió. kr. Avlopið var 471 mió. kr. Í 1999 var avlopið hjá landskassanum 648 mió. kr., avlopið í 2000 var 601 mió. kr., og í 2001 var tað 697 mió. kr. Skattainntøkurnar øktust støðugt hesi árini, góðar 500 mió. kr. frá 1998 til 2001. Útreiðslurnar øktust eisini, m.a. sum eftirsleip frá kreppuni, úr 2.676 mió. kr. í 1998 upp í 3.102 mió. kr. í 2001. Júst í 2001 gjørdi landsstýrið av at lækka blokkin fyri at seta kós ímóti sjálvberandi búskapi. Blokkurin lækkaði úr 995 mió. kr. niður í 629 mió. kr. Lækkingin sást í 2002, tá avlopið hjá landskassanum var 190 mió. kr. Talan var um eitt trivaligt avlop, so als onki hóttafall kom á landskassan. Árið eftir, í 2003, var avlopið 22 mió. kr. Minkingin stóðst av, at 50 mió. kr. minni komu inn í skatti og avgjøldum, mest tí alivinnan fór fyri bakka, og tí útreiðslurnar øktust 134 mió. kr. Her vóru 65 mió. kr. í øktum rentuútreiðslum og 45 mió. kr. í øktum rakstrarútreiðslum høvuðsorsøkir til økingina.
Í 2004 hildu skatta- og avgjaldsinntøkurnar fram at lækka, og útreiðslurnar øktust. Skatta- og avgjaldsinntøkurnar lækkaðu knappar 100 mió. kr., meðan útreiðslurnar øktust 80 mió. kr. Hallið gjørdist 151 mió. kr. Í 2005 var hallið 210 mió. kr. Hetta hendi, hóast inntøkurnar vuksu 55 mió. kr. Trupulleikin var, at útreiðslurnar øktust 114 mió. kr. So upprann árið 2006, tá bankarnir sprændu tvær milliardir út í samfelagið, og tað almenna fór undir at einskilja m.a. Føroya Banka. Nú øktust skatta- og avgjaldsinntøkurnar heilar 451 mió. kr., tí búskapurin var reyðgløðandi. Útreiðslurnar øktust samstundis 100 mió. kr. Avlopið gjørdist 141 mió. kr. Árið eftir, í 2007, sprændu bankarnir fimm milliardir út í samfelagið. Skatta- og avgjaldsinntøkurnar vuksu 210 mió. kr. aftrat, og útreiðslurnar øktust 189 mió. kr. Avlopið gjørdist 145 mió. kr. Í 2008 skrúvaðu bankarnir fyri pengastreyminum, og straks fjaraðu inntøkurnar 55 mió. kr. Men gakk. Í hesum vanlukkuliga valári, har m.a. óheimilað meirnýtsla rakti landskassan sum ein søkkbumba, vuksu útreiðslurnar 422 mió. kr. Úrslit: Eitt hall á 329 mió. kr.
Í 2009 lækkaðu skatta- og avgjaldsinntøkurnar 244 mió. kr., tí búskapurin kølnaði, men útreiðslurnar hækkaðu framvegis, hesaferð 114 mió. kr. Ovurstóra hallið gjørdist 688 mió. kr. Í 2010 øktust skatta- og avgjaldsinntøkurnar 250 mió. kr., og útreiðslurnar øktust 146 mió. kr., so hallið gjørdist 580 mió. kr. Hesi eru seinastu tøku roknskapartølini hjá landinum. Játtanartølini fyri 2011 vísa eitt hall á 455 mió. kr., og har eru vit nú. Men hvat messa politikarar um? Blokkstuðul úr Danmark! Blokkurin hevur verið neyvt tann sami heilt síðan 2002, umleið 630 mió. kr. Tað støðugasta og kendasta talið í øllum landsroknskapinum hevur verið júst blokkurin, og tað einasta, sum kravdist politiskt, var tí at brúka vit og vilja at stýra øllum hinum tølunum so frægt, sum vit og vilji rukku. Men vanlukkutíð fyri føroyskar skattgjaldarar varð kassin rendur um koll, hóast inntøkurnar við fastfrystum blokki vuksu úr 3.567 mió. kr. í 2003 upp í 4.348 mió. kr. í 2011 ella tilsamans 781 mió. kr. Trupulleikin var ikki inntøkurnar. Trupulleikin var, at útreiðslurnar spolaðu úr 3.544 mió. kr. í 2003 upp í 4.803 mió. kr. í 2011 ella tilsamans 1.259 mió. kr. Fyrilitaloysi við landsins kassa og skattaborgarans pengum elvdi til hallið.
So kunnu vit spyrja, hvussu tað kann vera so galið, at tað einasta, føroyski skattgjaldarin skal hoyra um, er blokkstuðul, og at hann nú skal gerast vitni til, at politikarar fara akandi á knøunum til Danmarkar at fáa fíggjarliga fyrigeving fyri egnar syndir. Hetta er av sonnum vanvirðilig ábyrgdarflýggjan. Føroyskir politikarar renna undan sjálvskaptum halli og seta land og fólk í eina syndarliga knípu mótvegis danska fólkinum og donskum fjølmiðlum. Eins og í sambandi við kreppuna í 90'unum eiga politikarar her á landi aleina ábyrgdina av fíggjarliga bakkastinum, ið rakti landskassan. Vanstýring í glóðheitari búskapartíð, áhaldandi manipulatión um ávirkanina av blokkminkingini í 2001 og óheimilað meirnýtsla settu okkum í ta støðu, vit nú eru í. Og raknar nakar við? Ikki serliga mong, tí fólk velja bara av gomlum vana á løgtingsvalum. Men tað gjørdu veljararnir eisini í 1990. Ikki fyrr enn danskarar og IMF settu propp í meiningsloysið í 1992 og 1993, vaknaði veljarafjøldin, og í 1994 sendi hon tey politiskt seku til hús. Men tá var tað 4-6 ár ov seint.
Hallið á fíggjarlógini í 2012 verður helst 450 mió. kr., og tí skuldi verið sjálvsagt, at hvør einasti politikari nú loksins kendi sær hógv og setti árar í sjógv at venda gongdini. Men hvat er hent? Eitt landsstýri er komið til valdið, ið slær øll met í avnoktan av veruleikanum og sosialum samvitskuloysi. Nú skal ein flatskattur setast í verk fyri 300 mió. kr., sum fer at ríka tey ríku uppaftur meira, meðan tey, sum veruliga bløða, skulu gevast upp til skutils í einum heimastýri, ið ongantíð tekur í egnan barm, men altíð trumlar avstað, til onkur útlendskur uppruddari sigur stopp. Skattur skal takast av pensjónunum fyri at fíggja skattaævintýrið, og vælferðin í framtíðini verður skotin í stumpar, tí sami skattur fer vissuliga at mangla í seinni. Og so krúnan á verkinum: Biddingin! Makan til ábyrgdarflýgging skalt tú leita leingi eftir, og makan til lyftisbrot í løgmanssessinum hava vit ikki sæð fyrr. Kaj Leo Johannesen er hvørki asosialur ella undirbrotligur maður. Hann avsegði eisini flatskattin undan valinum, tí hann helt hann vera ábyrgdarleysan í verandi búskaparstøðu. Nú er hann politiskt vorðin kongur í hondunum á nøkrum pokerspælarum, sum vilja kanalisera pengaríkidømi og fiskiríkidømi landsins í hendurnar á nøkrum fáum, tí hann fær danskan blokk afturfyri. Well done, Fólkaflokkurin!
Men hvar enda Føroyar?