Heimastýrislógin 2,0

Tjóðveldisflokkurin vrakar Fámjins-skjalið

Tjóðveldisflokkurin heldur ógvuliga lítið um Fámjins-skjalið, sum teir rópa nýggju avtaluna millum Føroyar og Danmark.
? Har er onki annað enn ein endurtøka av tí sama, sum longu stendur í heimastýrislógini. Føroyingar skulu spyrjast eftir og takast við uppá ráð og sleppa at taka lut í samráðingum, sum hava týdning fyri Føroyar - um tað ikki skaðar donsk áhugamál, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal tekur hvassliga til, at løgmaður heldur føroyingur fyri gjøldur við at skriva undir hesa nýggju avtaluna.
? "Fámjins-yvirlýsingin"er í innihaldi júst tað sama sum "Itilleq-yvirlýsingin" (eisini ein lítil bygd), sum grønlendingar skrivaðu undir tann 14. mai 2004. Og hon varð grundarlagið undir uttanríkispolitisku heimildarlógini fyri Grønland, sum so nógv rok hevur staðist av.
Løgmaður heldur sostatt bæði okkum og seg sjálvan fyri gjøldur, ið hava trúð, at landsstýrið meinti nakað við orð síni um at fáa veruligar uttanríkispolitiskar heimildi, sigur Høgni Hoydal.