Heimatrøðin

Heimatrøðin finst nú øll á DVD. Heimat snýr seg um eina vanliga familju í hesum økinum frá 1917 til 1962. Hendan røðin, ið er gjørd av Edgar Rietz, er ótrúlig. Hetta er søgan um familjurnar Simon og Wiegand, ið komu úr hugsaðu bygdini Schabach í Hunsrüch. Røðin er í 11 pørtum og varð gjørd í áttatiárunum. Nøkur ár seinni kom so »Die Zweite Heimat« (Onnur heimbygdin), sum var í trettan pørtum, og í 2004 kom so Heimat III. Vit møta einum bygdarfelagsskapi, ið er merkt av eindar- og almúgumentan. Røðin snýr seg um týska fólkið og ikki bert um ljóshærdar cliché-SS-yvirmenn við rundum brillum. Her eru vit á einari langari vitjan í Schabach. Vit síggja við eygum bygdarfólksins. Vit læra nasistar at kenna, fantastar, hjartasorgir og niðurdotnar borgir. Livandi vitni til týska søgu í 20. øld, sædd úr einari smábygd. Í byrjanini av hvørjum parti sigur hann frá søguni hjá hvørjum einstakum, frá teim ið rýmdu, doyðu og teim, ið full í krígnum. Hetta er stór filmlist. 6 DVD-fløgur, 924 minuttir. Kostnaður uml. 500 kr.

6 stjørnur av 6