Heiminum tørvar framvegis heilsugóðan mat

– sum laksur jú er, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost

Stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, hevur hesar viðmerkingar:

„Fyrra hálvár 2020 hevur verið nógv ávirkað av farsóttini, sum hevur reikað kring heimin. Fíggjarliga avkastið er sjálvsagt nógv ávirkað av umstøðunum á markaðinum. Umframt hetta hava hægri flutningskostnaðir og broytt gjaldoyraviðurskifti eisini ávirkað fíggjarliga skeiva vegin. Hóast umstøðurnar hava verið truplari, so fegnast vit um, at felagið hevur havt positiv úrslit fyri allar geirar, bæði í liðugvøruframleiðsluni, á Havsbrún og í alingini á sjónum í Føroyum og í Skotlandi. Eisini fegnast vit um, at starvsfólk okkara ikki hava verið rakt av farsóttini og framhaldandi at kunna veita eina sunna og heilsugóða vøru til okkara kundar.

Vit eru serstakliga nøgd við góða úrslitið í liðugvøruframleiðslugeiranum, sum í hesum ársfjórðingi hevur havt størri framleiðslumongd enn nakrantíð áður. Eftirspurningurin eftir liðugt pakkaðum vørum vørum frá handilsketum hevur verið sera stórur, nú matstovur og hotell hava verið stongd undir farsóttini. Vit hava av sonnum havt ágóða av smidleikanum í okkara longu virðisketu, sum ger okkum før fyri skjótt at tillaga okkum eftir skiftandi marknaðarumstøðum. 

Vit síggja eisini fyrstu tekinini um, at tær broytingar, vit hava gjørt í alivirkseminum í Skotlandi, byrja at geva úrslit, eins og vit í Føroyum síggja úrslit av mongu stóru íløgunum, ið vit hava framt her. Smoltstøðin á Strond er liðug og framleiðir nú ein stóran part av smoltinum, vit hava tørv á. Alsamt vaksandi miðalstøddin á smoltinum fer at gagna aligeiranum hjá okkum munandi framyvir. Í  Skotlandi hava vit eisini tikið týdningarmikil stig fyri at vaksa um støddina á smoltinum við at seta í verk munandi útbygging av smoltdeildini í Skotlandi. Eisini er biogassverkið Förka tikið í nýtslu og fer nú undir framleiðslu av grønari orku. Hettar hjálpir okkum ávegis at røkka avbjóðandi málinum at hava minkað CO2-útlátið niður í eina helvt í 2030.

Vit vænta at farsóttin fer at hava avbóðingar við sær á altjóða laksamarknaðinum. Ilt er at meta, hvussu leingi og í hvussu stóran mun hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum framyvir tørvar vaksandi mongd av heilsugóðum og burðardyggum mati, sum laksur jú er.”