Í stórari samrøðu við størsta blaðið í Íslandi, Morgunblaðið sigur høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, at hann hevur fingið eitt annað sýn uppá graslíkisvøllir farna árið.
- Eg havi aldrin verið tann størsti fjepparin av graslíki, men aftaná eg kom til Føroya har øll liðini spæla á graslíkisvøllum havi eg fingið høvið at hugsa meir um hetta. Kappingarárið her í Føroyum byrjaði 11. mars (Í Íslandi byrjaði tað 30. apríl red.), og spælt var til seinasta vikuskiftið í oktober (Ìslendska kappingin endaði seinasta vikuskiftið í september red.). Við graslíkisvøllum ber til at hava eina longri kapping og spæla 27 umfør, og tað dámar mær ógvuliga væl.
Víðari sigur Heimir Guðjónsson við Morgunblaðið: - Eg kom til Føroya 8. januar, vit náddu at spæla fimm venjingardystir, og so byrjaði kappingarárið. Fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár eru heilt øðrvísi í Føroyum, og tað var eisini krevjandi hjá mær. Vit (íslendingar red.) kundu kanska lært okkurt av hesum? Um øll liðini í Pepsideildini fara at brúka graslíkisvøllir, ið lagt verður upp til, so er møguleikin til staðar at leingja kappingarárið, og heldur spæla færri venjingardystir, sigur Heimir Guðjónsson í samrøðu við Morgunblaðið.