Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ hevur eins og FSF eina væl virkandi YouTube rás, sum framleiðir fjøltáttað tilfar.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum YouTube rásin hjá KSÍ hevur gjørt við hjálparvenjaran hjá Ìslandi, Heimir Halldórsson. Samrøðan er gjørd á enskum, so tey, sum hava áhuga fyri íslendska landsliðnum kring heimin - og tey eru mong - eisini kunnu hoyra hvat Heimir Halldórsson hevur at siga.
Í hesari samrøðuni viðgongur Heimir Halldórsson, at hevði onkur sagt við hann, tá hann tók við starvinum, sum hjálparvenjari hjá íslendska landsliðnum fyri fýra árum síðani, at Ísland fór at spæla eina EM -fjórðingsfinalu ímóti Fraklandi, so hevði hann havt ringt at trúð tí.
Heimir Halldórsson heldur, at íslendska liðið mennist alla tíðina, og hann slær fast, at liðið verður enn betur.
Sunnukvøldið klokkan 20 spæla Frakland og Ísland á Stade de France leikvøllinum í París. Millum áskoðararnar verða eisini nakrir føroyingar, ið útvegað sær atgongumerki til ein dyst, sum kann gerast minniligur.