Blái Krossur letur í dag upp eitt umsorgarheim í Havn Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at finna onkra loysn fyri tey í Føroyum, sum ikki hava ein fastan bústað. Seinastu tíðina hevur Blái Krossur fyrireikað seg til at seta eitt heim á stovn fyri fólki, sum einki heim hava.
Nú er komið á mál, og í dag flyta tey fyrstu búfólkini inn í umsorgarheimið í Grønulíð í Havn.
Heimið er ætlað teimum, sum ikki sjálv megna at fáa sær og fasthalda ein bústað, sigur Blái krossur í tíðindaskrivi.
Á heiminum er búpláss er fyri sjey fólkum.