Heimleys í Føroyum virðiligar umstøður

Tey heimleysu í Føroyum eru nú løgd fyri Løgtingið og gongst sum Hans Pauli Strøm vil, skal tað enda við, at Løgtingið samtykkir, at tey skulu hava betri umstøður

Heimleys
 
Nú skulu tey heimleysu í Føroyum hava betri umstøður.
Tað heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum,
Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann vil hava tingið at samtykkja, at tey heimleysu skulu hava betri umstøður.
Tí vil hann hava Løgtingið at samstykkja, at eitt miðvíst arbeiði skal fara ígongd fyri at bøta um korini hjá teimum heimleysu.
Sostatt vil landsstýrismaðurin hava Løgtingið at samtykkja, at bústaðir verða útvegaðir til tey heimleysu.
- Her skal talan vera um bústaðir til tann bólkin av heimleysum, sum er ringast fyri og har krøvini til búfólkini verða avmarkað. Tað merkir, at talan skal vera um bústaðir í einum vardum umhvørvi sum tey kunnu kalla teirra heim
Samstundis vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at nakrir bústaðir eisini verða útvegaðir til tann bólkin av heimleysum, sum hevur brúk fyri resosialiserandi stuðli í styttri tíð.
Tey heimleysu skulu eisini hava tilboð um persónligar samrøður, virknisskapandi tilboð, búvenjing og onnur sosialt og persónliga mennandi tilboð
Harafturat er ætlanin at bøta um møguleikarnar hjá heimleysum at hava eitt herbergi at fara um næturnar.
Hans Pauli Strøm hevur eisini í hyggju at samskipa tilboðini hjá teimum sjálvbodnu felagsskapunum, landinum og kommununum fyri at fáa ein samanhang í arbeiðið.
Men av tí sama er eisini neyðugt, at aðrir stovnar, sum veita hjálp, eitt nú Almannastovan og Heimarøktin, eru við í hesum samstarvi.
Men hann ætlar eisini, at ábyrgdin fyri at útvega heimleysum bútilboð, verður lagt undir kommununar.
Hóast Kommunurnar fáa ábyrgdina fyri at hava tilboð at vísa heimleysum á, er tað ætlanin, at landið og kommunurnar skulu býta fíggjarligu ábyrgdina
 
35 heimleys
Hans Pauli Strøm sigur, at tað eru eini  35 heimleys í Føroyum í dag. Av hesum búgva 15 fyribils í búfelagsskapum hjá Bláa Krossi og Frelsunarherinum. Hini 20 hava onki fast tilhaldsstað.
 Hann metir, at fyrst árið verður neyðugt at játta einar 3,6 milliónir fyri at fáa gongd á hjálpina til tey heimleysu.
Eftir galdandi skipan letur landskassin 1,15 millión í stuðuli stuðul til sjálvbodnu felagsskapirnar, og 600.000 verða latnar frá Tórshavnar Býráði, so tilsamans er stuðulin 1,75 millión.
 - Tekur Løgtingið undir við ætlanini, fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið eftir Ólavsøku um at broyta forsorgarlógina og at seta í hana, hvørji serlig tilboð tey heimleysu skulu hava og har er samstundis har greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur verður staðfest, sigur Hans Pauli Strøm.