Heimleys í Nuuk fáa túsund ókeypis dýnur

- Talið av heimleysum í Nuuk liggur um 460, siga tey í Kommuneqarfik Sermersooq, sum Nuuk er partur av.

Felagið Grønlands Veteranar, sum varð stovnað í Nuuk tíðliga í summar, hevur longu gjørt vart við seg, har tey lata heimleysum 1000 ókeypis dýnur.

 

Kommunan, sum Nuuk er partur av, Kommuneqarfik Sermersooq, fær í byrjanini av januar 2022 tær 1.000 dynurnar.

 

- Síðan syrgir kommunan fyri, at dýnurnar verða býttar út til herberg, uppihaldsstøð hjá heimleysum, hjálparmiðstøðir og ymsa aðrastaðni, upplýsa Grønlands Veteranar fyri Sermitsiaq.

 

Lagt verður aftrat, at tað eru mong, sum hava tað trupult, serliga teir køldu mánaðirnar av árinum, og lutfalsliga nýggja felagið vil gjarna veita eina hjálpandi hond.

 

Sambært Sermitsiaq hava Grønlands Veteranar í løtuni 106 limir, harav 60 búgva í Nuuk.

 

Tað er í samstarvi við fyritøkuna Konpap í Grønlandi, at Grønlands Veteranar veita sín stuðul, og hesaferð kemur hann teimum heimleysu til góðar.

 

- Við at veita hesa gávu styrkja vit eisini okkara egna tilknýti og felagskensluna, sigur formaðurin fyri Grønlands Veteranar, Rasmus Lohse.

 

Í kommununi, sum Nuuk er partur av, meta tey, at talið av heimleysum í Nuuk liggur um 460.

 

##med2##

 

Tað er í samstarvi við fyritøkuna Konpap, at Grønlands Veteranar veita sín stuðul við túsund dýnum.