Einaferð vóru teir erpnir harrar í egnum húsi. Afturfyri fingu konurnar loyvi at seyma gardinur og velja seingjarklæði. Ein fín skipan – líka til konurnar hertóku alt húsið, so menninir máttu leita sær skjól í kjallarum, neystum og garasjum.
Har kundu teir so sita og putlast við, hvat tað so er, menn nú einaferð putlast við og annars fáa frið fyri júkandi konum og larmandi børnum.
Slett ikki so galið, so leingi friðurin vardi. Tað gjørdi hann bara ikki serliga leingi, tí áðrenn menninir vardu, høvdu kvinnurnar eisini gjørt seg til harrar yvir bæði innrætting og sjálvt húsakeypið. Og tá er tað also ikki nøkur sjálvfylgja longur, at kjallarar ella garasjur verða oyramerkt til mannfólka putlarí.
Østrogenøki burturav
Tað er ikki vist, at teir vilja viðganga tað. Men kanningar vísa, at í bert tveimum prosentum av øllum húsakeypum í Danmark, er tað maðurin, ið tekur endaligu avgerðina. Í 34 prosentum er tað kvinnan einsamøll, ið hevur avgerðandi orðið.
Um tað er fyri at sleppa undan keglaríi, sigur søgan onki um, men sambært meklarafyritøkuni Home finna allarflestu menninir seg tigandi í, at kvinnan fær seinasta orðið. Teir, ið ditta sær til at muta ímóti, verða skjótt og effektivt settir uppá pláss, veit meklarafyritøkan at siga.
Og slíkt vita slíkar fyritøkur helst, tí tær liva millum annað av at vita, hvønn tær skulu freista at keypa hús ella íbúð. Og her eru tað avgjørt kvinnurnar, ið eru mest áhugaverdar at fáa fatur á, verður sagt.
Komin inn um gáttina, eru vit á østrogenøki, so tað forslær. Út rúka stóru, klossutu hátalararnir frá 70’unum, sum hann kom dragandi við, og inn koma hennara hvítu sofur og krystalvasar. Nú ræður tað um at skapa rætta ’stemningin’ og raka lekra stílin – og tað er also ikki tað slagi av stíli, sum stakkar av ”Alt om bilen”, fløkjur av leidningum og næstaníordan videospælarar skapa.
Júst hvar, kvinnurnar ímynda sær at menninir skulu fara við teirra óruddi, er ilt at gita. Ì kjallaran? Neyvan, tí hann hava tannáringabørnini fingið til sjónvarpsstovu. Í garasjuna meðni – Niks, tí har er frúan í húsinum í ferð við at innrætta sær sín dreyma grovkøk.
Harrin av WC’num
Men hvar fara allir hesi heimleysu húsharrarnir so? Jú, teir fara á WC. Í meðal brúka mannfólk tveir tímar longri á WC’num enn fyri bert fýra árum síðani. Og tað er also ikki tí, mannfólkamagarnir brádliga eru vorðnir so sera trekir. WC’ið er stutt sagt vorðið seinasta bastiónin hjá fyrrverandi harranum í húsinum, har hann kann verða sitandi eina góða løtu, uttan at skula forklára hví.
WC’ið er í grundini einasta rúmið í húsinum, tú kanst læsa teg inni í, uttan at onkur heldur teg vera sinnisjúkan ella ákærir teg fyri ikki at tíma at vera saman við familjuni, sigur framtíðargranskarin, Liselotte Lyngsø, sum mín sann eisini hevur granskað í, hvat tað í grundini er, allir hesir menninir gera so leingi á WC’num.
Alt bendir á, at meginparturin av tíðini fer til at lesa avísina og annars bara njóta friðin og tað, at ongin blandar seg uppí tað, teir gera, staðfestir framtíðargranskarin, sum eftir øllum at døma kortini ikki veit alt, sum gongur fyri seg á WC’num.
Ein av monnunum viðgongur nevniliga, at hann javnan tekur fartelduna við á WC. Ein annar plagar at hugna sær við at sita og lesa á ymsum dunkum við øllum frá klorini til fínu perfumuna hjá dámuni. Og ein triði avdúkar, at hann heldur tað vera okkurt serliga maskulint við at sita á WC’num! Javel.
Harrarúmið er aftur
Tørvurin hjá mannfólkum at sleppa at hava okkurt heilt fyri seg sjálvan, tykist also at vera rættiliga grundleggjandi. Og faktiskt vísir ein onnur kanning, at heili 90 prosent av donskum monnum í aldrinum 30 til 50 ár hava ”mítt egna rúm” standandi ovast á ynskilistanum.
Tankarnir leita aftur til gamaldags ”harrarúmið” við Chesterfield møblum, eldi í peisuni og cognac í glasinum. Og kanska verður júst harrarúmið loysnin á trupulleikanum at fáa mannfólkini at hóska inn í modernaðu heimini. Tað slepst ikki undan, at tað er ein ávísur stílur yvir harrarúminum, sum skjótt kann gerast nakað av tí mest smakfulla innan nýggja nostalgirákið, vita rákserfrøðingar at siga. Tað man vera ríkiligt til at fáa kvinnurnar við uppá hugskotið. Og so er tíðin vist eisini komin, at menninir sleppa at at njóta osan av respekt, sum stendur kring eitt veruligt harrarúm.
Meðan terapeutar í rama álvara eru farnir at vísa á harrarúmið, sum nakað, ið kundi fingið talið á hjúnarskilnaðum niður, hava eisini húsmeklararnir fingið frænir av, at harrarúmið kann gerast avgerandi gandaorðið framyvir. Teir viðganga fegnir, at ’harrarúm’ er vorðið eitt týðandi orð í sølulýsingunum. Ikki bara tí, tað umboðar eina farna tíð, mong eru farin at droyma um aftur. Men eisini tí ’harrarúmið’ gevur fyrrverandi harranum í húsinum eitt loyniligt lyfti um, at hann ikki longur nýtist at stríðast einsamallur fyri rættinum til sína egnu privatu holu.