Heimsins best lønta ítróttarfólk

Við søguliga stórum sáttmála tjenar boksari fleiri milliardir næstu árini. Sí ótrúligu tølini her.

Meksikanski boksarin, Canelo Álvarez, gjørdi í gjár ein sáttmála, ið ger hann til best lønta ítróttarfólkið í søguni. Sáttmálin, ið 28 ára gamli boksarin úr Guadalajara skrivaði undir, gevur honum einki minni enn 2,37 milliardir krónur í løn næstu fimm árini.


Canelo Álvarez er serliga væl umtóktur í Meksiko og USA, har pay-per-view av dystum hjá honum hava givið risastórar inntøkur. Nú er tað nýggja stroymingstænastan, DAZN, ið rindar honum søguliga stóru lønina fyri sleppa at stroyma næstu 11 dystirnar hjá honum.


DAZN fer ikki at bjóða dystirnar hjá Canelo Álvarez út sum pay-per-view, men heldur sum ein part av einum ítróttarpakka fyri nakrar 60 krónur um mánaðin. Júst hetta var høvuðsorsøkin til, at Canelo Álvarez valdi at gera sáttmála við DAZN.


- Tað týdingarmesta fyri meg var at geva fjepparunum møguleikan at síggja mínar dystir uttan at teir skulu rinda 70 ella 80 dollarar í pay-per-view. Tað var tað týdningarmesta, týdningarmeiri enn hvat eg tjeni, sigur Canelo Álvarez í samrøðu við ESPN.


Tað er ikki nýliga íkomið, at Canelo Álvarez tjenar eina rúgvu. Hann fekk nevniliga áleið 325 milliónir krónur, tá ið hann í síðsta mánaða vann stórdystin ímóti kasakstanska Gennady ”GGG” Golovkin.


Canelo Álvarez, sum hevur vunnið 50 út av sínum 53 boksidystum, harav 34 við knockout, boksar sín næsta dyst 15. desembur ímóti bretska Rocky Fielding í Madison Square Garden í New York.


Lønin hjá Canelo Álvarez:

Um minuttin: 895 krónur

Um tíman: 49.024 krónur

Um vikuna: 9.867.465 krónur

Um mánaðin: 39.469.868 krónur

Um árið: 473.638.451 krónur


Kelda: Sporf