Eyðgunn Samuelsen, forkvinna. Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki
????
Nú fótbóltskappingin er liðug fyri í ár, og øll liðini hava kýtt seg til tað ýtarsta fyri at vinna sína deild, kunnu vit seta okkum spurningin: hvussu hevði úrslitið sæð út, um EB-Streymur, HB ella KÍ høvdu spælt sínar dystir við hálvari manning? Hesin spurningur fær kanska fótbóltsáhugað at rista á høvdinum so óhugsandi er hann.
Venda vit okkum so til okkara samfelag og spyrja okkum sjálvi, er tað veruliga so, at vit í politikki taka stórar avgerðir, ið ofta røkka nógv longur enn bæði eitt kappingarár ella valskeið, uttan at hava lýst málið út í æsir fyrst? Tíverri er ofta so í politikki, tí tað er bert onnur helvtin av fólkinum umboðað í málsviðgerðini og at koma við góðum grundgevingum, fyri ella ímóti eini avgerð. Veruleikin er, at á Føroya Løgtingi er kvinnuumboðanin undir 10%, og er hon sostatt tann slakasta kvinnuumboðanin í heiminum.
Flest øll eru samd um, at maður og kvinna frá natúruni eru ymisk og hava ymsar lívsroyndir. Tí hevur tað stóran týdning at hava bæði kynini við, tá ið avgerðir skulu takast.
Politikkur snýr seg í roynd og veru bert um at taka avgerðir um, hvussu vit innrætta okkara samfelag á bestan hátt fyri okkum øll. Øll ynskja vit vælferð, og grundarlagið undir allari vælferð er, at vit øll kýta okkum so búskapurin vaksur og vælferðin støðugt kann vaksa.
Heimsins besta samfelag í 2015 er málið hjá okkara landsstýri. Forteytin fyri at gerast eitt framkomið samfelag er júst, at alt tilfongi, ið er í samfelagnum, verður gagnnýtt. Hetta merkir at øll, ið kunnu arbeiða, eru í arbeiði og at øll vitan, ið samfelagi ræður yvir, verður gagnnýtt. Hetta er ikki veruleikin so longi sum helvtin av vitanini og royndunum ikki vera tikin við, tá ið avgerðir, um eitt nú, hvønn veg og hvussu samfelagi skal mennast, skulu takast.
Løgtingið hevur sett niður eina nevnd, ið skal arbeiða við at økja kvinnuumboðanina í politikki. Hetta merkir eftir mínum tykki, at løgtingið ásannar trupulleikan og vil gera nakað við hann. Sjálvt um ein kann loyva sær at ivast, aftan á tjakið í tinginum seinastu dagarnar, so velji eg at trúgva, at hetta er so.
Onki nýtt er í, at spurningurin um øktan kvinnuleiklut elvir til tjak og stundum verður ført fram, at kvinnur frítt kunnu sleppa framat, um bert tær vilja. Er tað rætt, at kvinnur ikki vilja fáast við politikk, so hevur alt samfelagið ein trupulleika, ið vit øll í felag, frá Landstýri og Løgtingi til tann einstaka samfelagsborgaran, mugu gera nakað við.
Um onki hendir á hesum øki, so halda vit sum samfelag áfram við at senda hálvt lið inn á vøllin at spæla dystir, ið skulu fáa okkum at teljast millum mest framkomnu londini í heiminum. Útlitini fyri at fáa bestu úrslitini eru eins vánalig á samfelagsvøllinum sum á fótbóltsvøllinum.