Heimsins besti toskur í Áarstovu

Í morgun eru nakrir av stóru og vøkru toskunum, sum Áarstova fer at borðreiða við í vikuskiftinum, skornir. Hetta er veruligur bankatoskur - toskur av Føroyabanka. Havstovan hevur verið á Føroyabanka við Magnusi Heinasyni og hevur gjørt royndir fyri at kanna eftir, hvussu toskurin har úti er fyri, og hvussu støðan hjá stovninum annars er.

Eitt samstarv, sum nú er skipað millum Áarstovu og Havstovuna við Johan Mortensen, vinnulívsmanni og Jóhannesi Jensen, stjóra á Hotel Føroyum, sum stigtakarum, er sett á kjøl, og í morgun vórðu fyrstu toskarnir skornir í Áarstovu.

Matstovan fer í vikuskiftinum at borðreiða við fimm rættaðaðari matskrá, har toskur av Føroyabanka er í miðdeplinum.

Toskurin á Føroyabanka er serstakur, hann veksur skjótt og gerst rættiliga stórur. Í skrivaðum tilfari varð í sínari tíð eisini sagt um hendan fiskin, at hann hevur ikki sama tal av ryggjageiðslum sum toskur av landgrunninum annars, ei heldur hevur hann somu blóðtýpu.

Hetta kunnu onnur gera seg klókari uppá enn undirritaði, men givið er, at toskurin á Føroyabanka er ein serstakur stovnur. Heimsins besti toskur, hevur hann eisini verið róptur, fullur av proteinum.

Fiskarnir av Føroyabanka, sum skornir vórðu í Áarstovu í morgun, tá Portalurin hugdi fram við, vigaðu um 8-10 kilo hvør.

Í vikuskiftinum verður so høvi hjá fólki at royna henda vakra og blanka fiskin, sum hevur svomið á Føroyabanka.