Nógv bendir á, at Alisson Becker úr Brasil og AS Roma, verður heimsins dýrasti málverji, eftir at italska felagið hevur góðtikið eitt boð upp á eina hálva milliard krónur frá Liverpool.
Liverpool hevur leingi leitað eftir einum málverja í heimsflokki. Bæði Simon Mignolet og Loris Karius hava havt misjøvn avrik í málinum hjá Liverpool seinnu árini. Serliga týski Loris Karius bleiv útstillaður í Champions League finaluni, tá hann kostaði ikki færri enn tvey mál í 3-1 tapinum fyri Real Madrid.
Miðlar sum Liverpool Echo og BBC skriva, at AS Roma hevur góðtikið boðið upp á slakar 500 milliónir krónur frá Liverpool. Nú skulu Liverpool og Alisson so samráðast um treytirnar, í tí sum sigst verða ein fimm ára sáttmáli.
Skiftið er treyta av, at Chelsea ikki kemur við einum eins stórum boðið í evstu løtu. Somu miðlar skriva, at Real Madrid so gott sum hevur keypt belgiska málverjan hjá Chelsea, Thibaut Courtois.
Dýrasti málverjin nakrantíð er Gianlugi Buffon, sum Juventus í 2001 keypti fyri beint undir 400 milliónir krónur frá Parma. Dýrasti málverjin í Premier League er landsmaðurin úr Brasil, Ederson. Hann keypti Manchester City fyri 300 milliónir krónur undan farna kappingarári.