Heimsins elsta fótbóltsfelag vitjar TB

Sheffield FC, sum er stovnað í 1857, kemur í summar á vitjan hjá føroyska aldursforsetanum TB, ið er stovnað í 1892.

 

Í juli mánaði komandi summar hittast hesi bæði feløgini við Stórá í Trongisvági. Tað er ítróttarstjórin í TB, Hans Fróði Hansen, sum hevur sett seg í samband við Sheffield FC. Orsøkin til venjingardystin móti enska felagnum er fyri at skapa nakað kring Tvøroyra Bóltfelag. Hans Fróði var fyri kortum settur sum ítróttarstjóti í felagnum og tað er eisini ein av orsøkunum til dystin

 

Tað er ikki endaliga greitt nær Sheffield FC kemur hendan vegin, men Hans Fróði vónar at tað verður í summarsteðginum í landskappingini. Sheffield FC, sum tá fyrireikar seg til kappingarárið 2013/14 skal á eina rundferð at spæla móti ymiskum øðrum feløgum eisini, so vitjanin her í Føroyum skal passa inn í skemaði.

 

Sostatt skulu tvey fótbóltsfeløg við samanlagt áleið 275 ára langari søgu hittast við Stórá í summar. Tað kann ikki annað enn vera met fyri ein dyst í Føroyum.

 

Hoyr samrøðu við Hans Fróða Hansen undir greinini.