Heimsins elsta kvinna deyð

Heimsins elsta kvinna, sum búði í Brasilia, er deyð. Hon var 124 ára gomul.
Tað almenna føðibrævið hjá Mariu Etelvinu Dos Santos sigur, at hon varð fødd tann 15. juli í 1878. Er hetta rætt, var hon eftir øllum at døma elsta kvinna í heiminum, nú hon doyði.
Maria Etelvina Dos Santos átti fimm ommubørn, 26 langommubørn, 39 oldurommubørn og fýra tippommubørn, skrivar týska tíðindastovan DPA úr Brasil.