Heimsins elsti hundur 30 ár

Hundurin, sum hevði gamla metið, var Bluey - ein avstralskur hundur, sum doyði í 1939. Bluey var tá 29 ár og fimm mánaðir gamal.

Hundurin Bobi er meira enn 30 ár. Hann er kosin at vera tíðarinnar elsti hundur. Mynd: Guinness World Record

30 ára gamli, portugisiski hundurin, Bobi, er av Guinness World Records kosin at vera elsti hundur nakrantíð. Hann slær soleiðis gamla metið, sum er frá 1939.

 

Bobi er av slagnum, Rafeiro do Alentejo, sum er eitt portugisiskt hundaslag, ið vanliga livir millum 12 og 14 ár. BBC veit at siga, at hundurin í dag 30 ár og 228 dagar gamal.

 

Aldurin á Bobi er sambært Guinness staðfestur í dátugrunninum í Portugal yvir kelidýr, sum djóralæknafelagið umsitir.

 

Hundurin, sum hevði gamla metið, var Bluey - ein avstralskur hundur, sum doyði í 1939. Bluey var tá 29 ár og fimm mánaðir gamal.

 

Bobi hevur livið sítt lív í býnum, Conqueiros, á vesturstrondini í Portugal. Hann var ein av fýra hvølpum. Allir hinir tríggir vórðu avlívaðir, men Bobi slapp at liva.

 

Sagt verður, at hundurin hevur livað av sama mati, sum húsfólkið. Undantikið eitt skifti í 2018, tá hann var sjúkur, hevur lívið hjá Bobi verið uttan sjúkutrupulleikar.

 

 

 

Hundurin Bobi er meira enn 30 ár. Hann er kosin at vera tíðarinnar elsti hundur. Mynd: Guinness World Record