Heimsins elsti maður er Liverpool-fjeppari

- Tað er ikki gott at gera ov nógv av nøkrum. Drekkur tú ov nógv, etur tú ov nógv, ella gongur tú ov nógv, kemur tú at enda at merkja tað.

Onglendingurin, John Alfred Tinniswood, sum hugnar sær við fiski & kipsi hvønn fríggjadag, er við sínum 111 árum og 224 døgum heimsins elsti maður.

 

Tað upplýsir Guinness World of Records, sum hevur handað onglendinginum heiðursskjalið, sum váttar, at hann nú er heimsins elsti núlivandi maður.

 

Tað var fyrr í hesi vikuni, at Juan Vicente Perez Mora úr Venusuela doyði 114 ára gamal, og nú hevur so John Alfred tikið stafettina.

 

- Antin livir tú leingi - ella livir tú stutt, og tú fært ikki gjørt so nógv við tað, sigur John Alfred sambært CNN við Guinness.

 

Hin 111 ára gamli varð føddur í Liverpool sama ár, sum Titanic sakk. Hann roykir ikki og drekkur lítið og heldur, at tað er ikki gott at gera ov nógv av nøkrum.

 

- Drekkur tú ov nógv, etur tú ov nógv, ella gongur tú ov nógv - ja, um tú gert ov nógv av nøkrum kemur tú at enda at merkja tað, sigur hann.

 

John Alfred Tinniswood varð føddur í Liverpool hin 26. august í 1912, og hann er eisini Liverpool-fjeppari.

 

Hann hevur upplivað tveir heimsbardagar, tvær stórar farsóttir, og sambært Guinnes er hann eisini heimsins elsti núlivandi krígsveteranur frá seinna heimsbardaga.

 

Seinnu árini hevur hann búð á einum røktarheimi í enska strandarbýnum, Southport, sum liggur nakað norðan fyri Liverpool.

 

Sambært BBC segði Katie Howard, leiðari á røktarheiminum, har hin 111 ára gamli býr, fyri tveimum árum síðan, at tað er ein æra at hava John Alfred búgvandi.

 

- Hann er eitt fantastiskt menniskja við so nógvum søgum at siga. Honum dámar at lurta eftir útvarpi og lesa bløð, legði Katie Howard aftrat. Í somu sending segði John Alfred Tinniswood sjálvur, at hann føldi seg ikki gamlan.

 

CNN veit eisini at siga, at heimsins elsta kvinna er 117 ára gamla, Maria Branyas Morera, sum býr í Spania.