Heimsins hægsti maður er næstan tveir metrar hægri enn heimsins lægsta kvinna
Heimsins minsta kvinna er Jyoti Amge úr India. Hon er 58 cm høg. Um dagarnar hitti hon heimsins hægsta man, Sultan Kosen, úr Turkalandi, sum er 251 cm høgur.
Myndin er tikin, tá tey hittust við pyramidurnar í Giza Í Egyptalandi 26. januar í ár.
Sultan Kosen gjørdist heimskendur í 2009, tá Guinnes Book of Records skírdi hann at vera heimsins hægsta mann.
Tá var hann 2,47 metrar høgur, so hann er vaksin 4 cm síðani tá. Læknarnir siga, at orsøkin er ein svullur, sum ávirkar hypofysuna – ein kyrtil í heilanum.
Amerikanski læknar hava viðgjørt svullin.
Læknarnir siga, at hann er komin fyri seg eftur sjúkuna akromegali, sum er ein líðing, ið merkir, at hann haldur fram við at vaksa nakað væl afturat eftir tannáringaárini.
Sultan Kosen er noyddur at brúka høkjur, tá hann skal ganga.
/ritzau/AFP