Fiskaaling hevur keypt útróðrarbátin Norðhavið til ymiskar uppgávur hjá stovninum. Norðhavið loysir gamla bátin hjá felagnum - Írland - av.
- Írland varð onkuntíð í spølni nevndur heimsins minsta havrannsóknarskip. Og kanska var nakað um tað. Írland er ein 26 fót glastrevjabátur. Norðhavið er eitt væl størri og betri egnað far, enn Írland var.
Á Fiskaaling siga tey, at Norðhavið er merktur 11. bt. og er smíðaður úr stáli.
- Uppgávurnar, sum Norðhavið fer at røkja, eru ymiskar. Tað kunnu vera túrar við granskarum, sum hava ymiskar verkætlanir fyri, har neyðugt eitt nú er við uppmátingum og royndartøkum.
Eisini hava alifyritøkur brúk fyri ymiskum tænastum, sum bátar hjá Fiskaaling hava verið førir fyri at veitt.
- Nú vit hava fingið størra bátin, eru umstøðurnar at gera ymiskar royndir umborð eisini batnaðar munandi. Tað er betri pláss, arbeiðsligari og liviligari hjá fólki umborð yvirhøvur, siga tey á Fiskaaling.