Heimsins skjótasti

Hóast seinastu 20 metrarnir mest sum vóru spákaðir heim, so var tað eingin, ið kom í nær námind Usain Bolt í mest umrøddu kappingargreinini á OL

OL

 

100-meturin hjá monnum. Hóast talan er um ríkiliga stórar mongdir av spennandi OL-finalum, so kemur eingin teirra í nær námind renningini á stytsta teininum.

Leygarmorgunin skuldi slagið so standa, og hesa ferð vóru øll eygu vend móti Usain Bolt og Asafa Powell. Ætlandi skuldi tvídysturin verða ein trídystur, men Tyson Gay heilkiksaði í hálvfinaluni, og tí var hann ikki við.

Og í finaluni var tað so Asafa Powell, sum kiksaði. Hann brúkti “heili” 9,95 sekund um teinin, og tað rakk bert til eitt fimta pláss.

Men tað er nú ivasamt, um tað hevði broytt nakað, um Powell rann sítt besta. Tí Bolt var í serflokki. Sjónvarpsmyndirnar mintu ikki sørt um ta ferðina, tá ein dopaður Ben Johnsson fegnaðist um sigurin í ’88, langt áðrenn hann var komin um málstrikuna. Seinastu 20 metrarnar kundi Bolt hyggja til bæði høgru og vinstru. Strekkja armarnar til síðuna og buka seg sjálvan á bringuna, áðrenn hann sum skjótasti maðurin nakran tíð fór um málið.

Gamla heimsmetið var 9,72, og tað átti Bolt sjálvur. Til amerikonsku OL-úttøkuna rann Gay teinin í 9,69, men ta ferðina fekk hann hjálp frá einum ov hørðum undanvindi, og tí varð talan ikki um skrásett met.

Men nú er Bolt altso fyrsti maðurin, sum hevur runnið teinin undir teimum 9,70 sekundunum uttan hjálp frá vindinum.

 

---

 

Fakta

1 Usain Bolt, Jamaica 9,69

2 Richard Thompson, Trinidad & T., 9,89

3 Walter Dix, USA 9,91

4 Churandy Martina, H. Antilurnar, 9,93

5 Asafa Powell, Jamaica 9,95

6 Michael Frater, Jamaica 9,97

7 Marc Burns, Trinidad & Tobago 10,01

8 Darvis Patton, USA 10,03