Heimsins størsta bilaverksmiðja er stongd

Hyundai hevur nú stongt heimsins størstu bilaverksmiðju í Suðurkorea orsaka av smittuvandanum, nú corona-virus herjar. Verksmiðjan fær ikki teir billutir úr Kina, sum tey skulu brúka í framleiðsluni.

 

Heimsins størsta produktiva bilaverksmiðja liggur við ongum virksemi í dag, fríggjadagin. Orsøkin er, at bilaverksmiðjan fær ikki billutir úr Kina. AFP skrivar, at orsøkin til støðuna er corona-virusið, sum hevur lagt kinesiska ídnaðin lamnan og soleiðis eisini framleiðsluna av billutum til Hyundai-verksmiðjuna.

Ulsan-samtakið í Suðurkorea fevnir um tilsamans fimm verksmiðjur, sum kunnu framleiða 1,4 miljónir bilar um árið. Sambært AFP hava greinarar roknað út, at verður bilaverksmiðjan uttan framleiðslu í bara fimm dagar, fer hetta at kosta Hyundai umleið 500 miljónir dollarar, umframt tað, sum steðgurin kostar í ringvirkningum.

Fiat Chrysler ávaraði longu í gjár um, at tey kanska eisini noyddust at steingja sínar verksmiðjur í Evropa sum avleiðing av corona-virusinum. Fýra av veitarunum hjá evropeisku verksmiðjunum í Kina eru ávirkaðir av óttanum fyri corona-virusinum. Aðrar bilaverksmiðjur hava eisini boðað frá, at teirra virksemið er í vanda.

Eygleiðarar siga, at so leingi, sum corona-virusið breiðir seg, verður ótti á fólkinum, og fólk fara ikki at uppføra seg á sama hátt, sum tey gjørdu frammanundan. Fólk fara at bíða við at keypa hús og bil, ferðir verða útsettar, og vit fara at síggja nógv færri vitjanir á matstovum.