Hósdagin 24. juni kl. 18.00 verður almenn móttøka á Vestaru Bryggju í Havn, í sambandi við at trúboðanarskipið Doulos kemur á vitjan. Á móttøkuni verða talur hildnar av umboðum fyri lands- og býarmyndugleikar og samkomuleiðarum. Eisini syngur Ebenezerkórið og hornorkestur Frelsunarhersins spælir. Skipari á Doulos er Árni Jensen úr Havn, og Margith Olsen úr Klaksvík er eisini við skipinum. Í Klaksvík verður somuleiðis móttøka við talum, sangi og hornblástri.
Doulos er bygt í 1914 og er bert sostatt bert tvey ár yngri enn kenda ferðamannaskipið Titanic. Sambært metbókini hjá Guinnes er Doulos heimsins elsta ferðamannaskip í sigling.
Doulos er eisini heimsins størsta flótandi bókasøla. Umborð eru fleiri enn 6.000 ymiskar bøkur. Har eru t.d. kókibøkur, barnabøkur og andaligur lesnaður.
Nógv ymisk tiltøk vera á skránni, sum t.d, vitjanir umborð, samkomuvitjanir í landi, eisini verður altjóða kaffistova umborð, lovsongsløta fyri ung verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, altjóðakvøld í Klaksvík, har ymsar mentanar møtast. o.m.a.
Stóra bókasølan umborð verður opin allar dagarnar
OM stovnað í 1957
Kristiligi felagsskapurin OM (Operation Mobilisation), sum var stovnaður í 1957 av amerikanaranum George Verwer, er kendur um allan heim, eisini i Føroyum.
Felagsskapurin er eina mest kendur fyri síni trý skip, ið hava siglt í flestu av heimsins høvum við gleðiboðskapinum. Fyri stuttum tók Peter Maiden úr Onglandi við sum leiðari av felagsskapinum. Hann hevur t.d. skrivað bókina "Tak mítt silvur", sum Sigurd Berghamar umsetti til føroyskt.
Tey fyrstu nógvu árini eftir at fyrsta skipið, Logos, varð keypt, var bert tað eina skipið. Logos var fyrrverandi Umanak, ið sigldi millum Danmark, Føroyar og Grønland. Seinni bleiv so eitt skip keypt afturat, tað fekk navni Doulos, ið merkir tænari, Logos merkir Orðið.
Fyri nøkrum árum síðan sigldi Logos á land, ella rættari á ein flúr í Suðuramerika, og fórst. Øll manningin bjargaðist. Seinni varð Logos II keypt.
Síðan fyrst í 70-unum hava tey trý skipini: Logos, Doulos og Logos II, vitjað meira enn 420 ymsar havnir í fleiri enn 135 londum. Umleið 30 milliónir fólk hava verið umborð á skipunum. Fleiri av teimum vitjandi eru farin í land aftur ? bæði við góðum bókum og við vissuni um tað æviga lívið - givið av Honum sum øllum valdar.
Nógvir føroyingar hava verið við hesum trimum skipunum, tíðin teir hava verið umborð er vanliga umleið tvey ár.
Sum flest øllum kunnugt hevur felagskapurin nú keypt Norrönu I, ið hevur fingið navni Logos Hope.
Nógvir føroyingar verið við
Felagskapurin hevur nógv virksemi runt um í heiminum, tilsamans hava einir 300-400 føroyingar verið við OM - ikki minst um summarið. Aldursmarkið er heilt niður í 14 ár. Ungdómar eru har á kristiligari stevnu, har tey t.d. verða kunnaði um tørvin í heiminum fyri evangeliinum, um hvat OM stendur fyri, bíbilskar meginreglur, og um mentanir í ymsum londum.
Eisini hava fleiri føroyingar verið, í verkinum í landi í eitt ella tvey ár, tað verið seg í Belgia, Týskalandi, Onglandi, ella aðrar staðir.
Logos var í Føroyum í apríl 1983 og Logos II í mai 2001. Ferðirnar hava verið sera væl eydnaðar, og eru tað enn fleiri, ið taka til, hvussu væl tey vórðu móttikin. Fleiri royndu eisini føroyskar rættir. Tað var misjavnt, hvat tey hildu um tað, tey eru jú frá umleið 40 ymiskum tjóðum.
Tey vóru sera glað fyri tað gestablíðni teimum var víst, ikki minst at tey vórðu boðin heim til hús at vitja. Tað uppliva tey ikki ofta aðrastaðni.
Tey vórðu boðin at vitja í ymsum samkomum í Føroyum, eisini vóru nógv vitjandi umborð, millum onnur vóru landsins leiðarar, virkisleiðarar, samkomuleiðarar og mong onnur.
Doulos kemur á Havnina 24. juni og verður liggjandi til 30 juni. Síðan verður
farið til Klaksvíkar, og verður skipið liggjandi har til 5 juli, tá tað fer av stað aftur.
Skráin yvir tiltøkini verður lýst í bløðunum ein av komandi døgunum.
Doulos skrivstovan hevur tlf. 585841 (á enskum) og tlf. 585840 (á føroyskum).
Teldupost adr: [email protected], heimasíða: www.fo.om.org
Umboðsmaður hjá OM í Føroyum er Hjørleif Vang í Kaldbak.