Heimsins størsta kvinna deyð

Ein kinesisk kvinna, sum sambært metbókini hjá Guinness, var tann størsta kvinnan í heiminum, er deyð. Blaðið Xin'an Wanbao skrivar, at Yeo Defen doyði í heimbygdini Luan tann 13. november, 40 ára gomul. Blaðið sigur einki um, hvørjum hon doyði av, men at hon hevði havt álvarssamar heilsutrupulleikar teir seinastu mánaðirnar.

Yee Defen var 2,33 metrar til hæddar, og í 2010 bleiv hon skrásett í metbókini hjá Guinness sum tann størsta kvinnan í heiminum og tann triðstørsta nakrantíð. Hildið verður, at tað var ein svullur í hypofysuni, sum gjørdi, at Yee var meiri enn tveir metrar, longu tá hon var 15 ár.

Tann størsta kvinnan, sum vísindin veit um at siga, var kinesiska Zeng Jinlian, sum var 2,48 metrar. Hon doyði í 1982.

Heimsins størsti maður eitur Sultan Kösen. Hann býr í Turkalandi og er 2,51 metrar.