Nýggi brunnbáturin er 83,2 metrar langur og heilar 30,9 metrar breiður. Sniðið á bátinum er nýtt og øðrvísi innan brunnbátavirksemið. Framleiðsluleiðarin hjá Frøy, sum eigur nýggja bátin, Oddleif Wigdahl, sigur við iLaks, at við "Gåsø Høvding" er felagið farið eitt stig víðari.
Tað er Møre Maritime, sum hevur sniðgivið nýggja bátin, og tað er Cflow, sum hevur leverað útgerðina. Øll verkætlanin er framd í góðum samstarvi við Frøy yvir langa tíð.
- Viðskiftapartar hjá okkum hava brúk fyri einum stórum báti. Vit arbeiddu við nógvum ymiskum alternativum, og hetta er báturin, vit nú lata byggja. Snið og fleksibilitetur eru, soleiðis sum okkara viðskiftapartar ynskja, sigur verkætlanarleiðarin hjá Frøy, Einride Wingan.
Tilsamans seks fólk, sum starvast hjá Frøy, hava í einum skifti havt eftirlitið við byggingini á Sefine Shipyard í Turkalandi, har teir byrjaðu at skera stálið til nýbygningin fyri einum ári síðan. - Í hesi vikuni varð skrokkurin so sjósettur, og alt gekk væl, skrivar iLaks.
##med2##