Heimsins størsta virkna gos prutlar fyrstu ferð í 38 ár

Mauna Loa, heimsins størsta virkna gos, er farin at goysa í oyggjabólkinum Hawaii í USA fyri fyrstu ferð í næstan 40 ár.

 

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Náttarhiminin yvir størstu oynna í Hawaii er gløðandi, meðan heit lava flýtur.

Grótbræðingin er í gosinum og hótti ikki íbúgvar, sum búgva í økinum kring gosið, sigur amerikanski jarðfrøðiligi stovnurin, USGS.

Stovnurin hevur tó ávarað ímóti, at gosgass og fín øska kann reka frá gosinum.

Øska kann serliga gera skaða á bilar og bygningar og dálka vatnveitingar og drepa djór, meðan tað hjá fólki troyttar eygu og lungu, sigur amerikanska veðurstovninum sambært CNN.

/ritzau/

 

##med2##

 

 

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix