Heimsins størsti brunnbátur latin eigarunum

Gåsø Høvding, sum er útgjørdur við allari nútímans útgerð, hevur brunnar á tilsamans 7.500 rúmmetrar, og hann kann lasta 1000 tons av fiski um tíman. 

Í dag er heimsins størsti brunnbátur - Gåsø Høvding - latin Frøy-reiðarínum í Noregi. Hetta hendi á skipasmiðjuni, Sefine Shipyard í Turkalandi.

 

- Hetta er ein stórur dagur hjá okkum. Báturin er heilt serstakur, og tað finst eingin brunnbátur, sum kann samanberast við hendan. Við bátinum er eitt nýtt stig tikið fram eftir.

 

Tað sigur Oddleif Wigdahl, rakstrarstjóri í Frøy í tíðindaskrivi í dag, sum eitt nú iLaks endurgevur.

 

Nýggi brunnbáturin er 83,2 metrar langur og heilar 30,9 metrar breiður. Tað er Møre Maritime, sum hevur teknað, og tað er fyritøkan Cflow, sum hevur latið "fiskapakkan" til skipið.

 

Feløgini hava samstarvað við reiðaríið um nýskapandi brunnbátaverkætlanina í longri tíð. Nú skal brunnbáturin arbeiða fyri norska alifyritøku, sum tó ikki er nevnd.

 

- Okkara viðskiftapartur hevur brúk fyri einum stórum báti. Vit hava arbeitt við fleiri alternativum og eru nú lend hjá hesi alifyritøku, sigur  Einride Wingan, sum hevur verið verkætlanarleiðari fyri Frøy.

 

Gåsø Høvding, sum er útgjørdur við allari nútímans útgerð, hevur brunnar á tilsamans 7.500 rúmmetrar, og hann kann lasta 1000 tons av fiski um tíman.