Heimsins sunnasta máltíð

Ein altjóða granskarabólkur hevur nú sett saman heimsins sunnastu máltíð. Hendan máltíðin minkar um hjarta- karsjúkur við 76 prosentum. Roknað verður við, at menn kunnu økja livitíðina við umleið 7 árum og kvinnur við umleið 5 árum

Máltíðin verður kallað polymáltíðin. Men granskingin byrjaði kortini við nøkrum heilt øðrum, nevniliga hugskotinum um at gera eina polytablet. Royndir gjøgnum nógv ár hava víst, at ávis evni hava gagnliga ávirkan á heilsuna. Tí gjørdu tveir enskir læknar eina kanning, ið umfataði 750 aðrar kanningar og har 400.000 fólk høvdu verið við í kanningarroyndunum. Teir komu til, at best varð at gera eina tablet, sum skuldi virka "móti øllum" sjúkufyribrigdum. Hon skuldi positivt ávirka kolesterolstøðið, blóðtrýstið, homocysteinstøðið og blóðplátufunktiónina. Við hesum kundi ein minka um talið av hjartatilburðum, blóðtøppum í heilanum og øðrum hjarta- æðrajúkum við útvið 80 prosentum. Sambært granskingini skuldi ein triðingur av teimum, sum tóku polytablettina, fáa 11 ár longri livitíð í meðal.

Ein máltíð móti øllum sjúkum

Ein annar granskarabólkur fekk síðan hugskotið at gera heimsins sunnastu máltíð. Í staðin fyri at leita eftir ymsum gagnligum kemiskum evnum leitaði bólkurin eftir gagnligum evnum í vanligum mati. Royndir hava nevniliga eisini víst, at nógv evni, sum eru í vanligum mati, hava gagnliga ávirkan á heilsuna. Granskarabólkurin úr Niðurlondum, Belgia og Australia fór at leita eftir hesum gagnligu evnum. Teir vildu gera eitt alternativ, sum ikki er kemiskt framleitt, sum smakkar væl, og sum ger sama gagn sum polytablettin, hvat viðvíkur minking av hjarta- æðrasjúkum og leinging av livitíð. Eitt krav var, at hvør einstakur partur skuldi hava eina ávísiliga sjúkuminkindi ávirkan.

Frukt, fiskur, sjokoláta og vín

Altjóða granskarabólkurin sigur í British Medical Journal frá, at hann hevur nýtt sama framferðarhátt sum enski bólkurin, og nýtti vitanina frá somu kanningarroyndunum. Úrslitið av kanningunum var, at ein máltíð av frukt, fiski, sjokolátu, grønmeti, mandlum, víni og hvítleyki hevur sera stóra sjúkufyribyrgjandi ávirkan. Hon virkar sjúkufyribyrgjandi móti øllum hjarta- æðrajúkum og virkar av somu orsøk lívsleingjandi.


Niðurstøðan frá kanningunum var, at mannfólk, sum eta eina dagliga polymáltíð økja livitíðina 6,6 ár og livitíðin uttan hjarta- og æðrajúkur leingist við 9 árum. Konufólk, sum eta eina dagliga polymáltíð kunnu leingja sær lívið við 4,8 árum og livitíðina uttan hjarta- æðrajúkur við 8 árum.

- British Medical Journal/Aftenposten


Heimsins sunnasta máltíð (í gráan kassa)

(Dagligur skamtur)

150 ml av víni
114 g av fiski (4 dagar um vikuna)
100 g av myrkari sjokolátu
400 g av frukt og grønmeti
27 g av feskum hvítleyki
68 g av mandlum