Francesca Dego er ein av mest umbidnu violinsolistunum á altjóða tónleikapallinum

Heimskend violinstjørna og føroysk symfoni í Norðurlandahúsinum

Leygarkvøldið 18. mars er lagt upp til eitt brak av eini konsert, sigur Hans Petur í Brekkunum

Francesca Dego er ein av mest umbidnu violinsolistunum á altjóða tónleikapallinum

Leygarkvøldið er lagt upp til eitt brak av eini konsert, tá ið heimskend violinspælarin, Francesca Dego, úr Italia, trínur á pall í Norðurlandahúsinum, saman við Føroya Symfoniorkestur. Tað sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.

 

Eisini fer orkestrið, og eitt kór, at framføra fyrstu symfoniina, ið Tróndur Bogason hevur skrivað.

 

Francesca Dego er ein av mest umbidnu violinsolistunum á altjóða tónleikapallinum og hon spækir við bestu orkestrunum í heiminum.

 

– Eitt nú hevur hon verið á konsertferð í Japan við NHK Symphony, og hon hevur eisini spælt BBC Symphony, Royal Philharmonic og Royal Scottish National Orchestra, Tokyo Metropolitan og Tokyo Symphony Orchestra. Og hon hevur spælt á konsertum í Louvre í París, í Lincoln Center New York og í Washington DC.

 

Nýggja útgáva hennara, sum er við violinkonsertunum nummar 3 og 4 hjá Mozart, fekk óvanlig góð ummæli frá ummælarum, og BBC Music Magazine gav útgávuni 5 stjørnur - og hon varð vald til 'Record of the month, sigur stjórin fyri symfoniorkestrið.

 

Tróndur Bogason er útbúgvin í tónasmíði á konservatoriunum í Keypmannahavn og í Den Haag. Hann hevur skrivað hópin av tónleiki fyri orkestur, kór og einstaklingar- eitt nú fyri Aldubáruna, Føroya Symfoniorkestur, Tariru, DR-undirhaldssorkestur, Norrbotten NEO, Figura Ensemble. Harafturat hevur hann arbeitt nógv saman við tónleikarum, sum spæla rútmiska tónleikin, bæði sum framleiðari og útsetari.

 

Á konertini fer orkestrið eisini at spæla tvær symfoniir hjá Tróndi Bogason, men tær verða framførdar í senn. Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini Scherzo og eini Finalu. Tónamálið er lutfallsliga wienarklassiskt við siðbundnum melodium, harmonikki og rútmun.

 

Symfoni nr. 2 er meira nútímans og er kanska, í ein ávísan mun, heldur ein antifoni enn ein symfoni. Soleiðis skilt, at hon í stóran mun dyrkar friðin og tað óbroytiliga heldur enn tað episkt dramatiska, ið vit ofta seta í samband við eina symfoni.

 

– Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2, sigur Hans Petur í Brekkunum,

 

Á konsertini verður tað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, sum bjóðar vælkomin og eisini verður prát við tónaskaldið, Trónd Bogason.

Bernhardur Wilkinsson stjórnar orkestrinum og Tóra Vestergaard venur kórið.  

 

Francesca Dego er ein av mest umbidnu violinsolistunum á altjóða tónleikapallinum