Leiðarar í vesturheiminum hava svarað skjótt og ógvusliga upp á russisku avgerðina um at viðurkenna "útbrótaralandslutirnar" í eystara parti av Ukraina – Lugansk og Donetsk – sum sjálvstøðug.
Svarini til avgerðina hjá Putin eru fordøming og hóttanir um at seta tiltøk í verk.
Her eru nøkur av svarunum.
* USA:
Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken skrivar í dag á Twitter, at avgerðin hjá Putin krevur »eitt skjótt og hart mótsvar«.
– Vit taka neyðugu stigini í samstarvi við okkara sameindu, leggur hann afturat.
USA hevur longu boðað frá nýggjum tiltøkum, sum fara at bannað amerikanarum at handla í ella við landspartarnar, sum siga seg vera farnar úr Ukreina. Landið hevur ávarað um, at fleiri tiltøk eru klár um neyðugt.
* ST:
ST aðalskrivarin, António Guterres, fordømir russisku avgerðina og kallar hana »ágang ímóti sjálvræðinum hjá Ukraina«.
* Frankaríki:
Franski forsetin, Emmanuel Macron, fordømir eisini russisku avgerðina.
– Hann krevur, at tað skal haldast skundfundur í ST trygdarráðnum, og at málrættað evropisk tiltøk verða sett í verk, stendur í boðum frá skrivstovuni hjá Macron.
* Bretland:
Boris Johnson, forseti, kallar avgerðina hjá Putin »grovan ágang íóti sjálvstýrinum og integritetinum hjá Ukraina«.
Hann leggur afturat, at ein »ógvuliga robustur pakki við tiltøkum« fer at verða samtyktur, »í sama sekundi« sum ein russiskur skógvur fer um markið til Ukraina.
* Týskland:
Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, leggur stjórnina í Moskva undir at hava brotið Minsk-avtaluna, sum varð undirskrivað í 2014.
– Við avgerðini hevur Russland brotið øll síni lyftið til heimssamfelagið, sigur hon.
* Nato:
Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, fordømir eisini russisku avgerðina. Hann óttast, at landið fer at gera sær dælt av støðuna til at skapa sær eina undanførslu fyri at gera innrás í Ukraina.
– Moskva heldur fram við at tveita brenni á bálið í stríðnum um eystura Ukraina við at geva loysingarfólkunum fíggjarligan og hernaðarligan stuðul. Landið roynir eisini av nýggjum at finna sær umbering fyri at gera innrás í Ukraina.
* ES:
Ursula von der Leyen og Charles Michel, sum eru fremstu leiðarar í ES, hava deilt somu boð á Twitter.
Tey fordøma atsóknina hjá Putin sum »eitt grovt brot á altjóða lóg«. Bæði leggja afturat, at »ES og tess sameindur fara at svara aftur við samahaldi, harðleika og avgerandi í samhaldsfesti við Ukraina«.
/ritzau/AFP