HM-fótbóltur
Seinnu árini hevur Frakland av flestu serfrøðingum verið mett sum sterkasta fótbóltstjóðin í heiminum. Sum bæði heims- og europameistarar er hetta kanska heldur ikki annað enn náttúrligt, men í hesum døgum verða stór spurnartekin sett við, hvussu sterkt liðið er, ella um alt í veruleikanum bert snýr seg um ein ella møguliga tveir leikarar.
Tað er nevnliga so, at tveir av mest týðandi leikarunum hjá Fraklandi, Zidane og Pires, ikki hava tikið lut í HM-kappingini. Pires varð álvarsliga skaddur stutt fyri kappingina, og enn er ikki víst, hvussu verður við skaðanum hjá Zidane.
Tað kann so undir øllum umstøðum staðfestast, at uttan hesar hevur gingið av skriðjuni hjá Fraklandi. Teir taptu setunardystin fyri Senegal, og hósdagin spældu teir so málleysan javnleik móti Uruguay, og nú er veruliga trýst á meistarunum.
Danmark ráð til tap
Støðan undan seinastu dystunum í Bólki A er nevnliga tann, at Frakland og Uruguay hava eitt stig hvør, meðan Danmar og Senegal hava fýra stig í part.
Tað vil siga, at Frakland við sigri á Danmark kemur upp á fýra stig, men hetta er ikki nóg mikið. Danir hava nevnliga sum er skotið tvey mál fleiri enn Frakland, og tí skal Frakland vinna við meira enn einum máli, um teir skulu víðari. Vinna teir bert við einum máli eru teir ájavnir dønum í stigum og málmuni, men Danmark hevur tá skotið eitt mál fleiri, og koma tí víðari. Hetta tó treytað av, at Dysturin millum Uruguay og Senegal ikki endar við onkrum løgnum úrslti so sum 4-3 ella líknandi til suðuramerikanska landið.
Og sum liðini hava spælt higartil, so er lítið sum bendir á, at Frakland skal vinna við fleiri málum á Danmark. Teir megnaðu ongantíð at bróta verjugarðin hjá Senegal í fyrsta dystinum, og heldur ikki bar hetta til ímóti Uruguay. At vandamikli álopsmaðurin, Henry, og miðvallarmotoruruin, Petir, báðir eru leikbannaðir til dystin móti dønum ger neyvan heldur støðuna betri.
Hósdagin spældu Danmark og Senegal annars javnt í einum hampuliga undirhaldandi dysti. Danir høvdu betra spælið fyrra umfarið, og teir komu eisini á odda, tá Jon Dahl Tomasson (nú verður hann róptur Tre-Mål-San) sendi brotsspark í netið.
Seinna umfarið tók Senegal tó yvir, og til tíðir vóru danir snøgt sagt niðurspældir, men teir munnu helst iðra seg um útjavningina, sum var úrsliti av fleiri donskum mistøkum. Fyrst mistu teir bóltin, uttan at hava neyðugu garderingina í verjupartinum, so Senegal slapp í kontra-álop, og her framdi Heintze eisini eitt mistak, so Diao fekk skorað. Sami Diao fekk annars seinni bæði gult og reytt kort, so hann verður ikki við í seinasta dystinum móti Uruguay.
Úrslit:
Danmark-Senegal 1-1
1-0: Jon Dahl Tomasson, 16
1-1: Salif Alassane Diao, 52
Frakland-Uruguay 0-0