Heimsmeistararnir vundu burturúr Slovakia

Tað var ongin slingur í valsinum, tá ið Týskland leikti seg víðari til fjórðingsfinaluna í EM.

Dagsins seinni dystur í EM-endaspælinum í Fraklandi í gjár, varð, tá ið Týskland og Slovakia hittust í Lille til áttandapartsfinalu.

 

Týskarar komu víðari sum nummar 1 í sínum bólki, meðan hepnið var við Slovakia, ið spældi seg sum víðari nummar 3 aftanfyri Wales og Ongland. Slovakia fekk fýra stig í bólkinum, og hetta var nóg mikið til at spæla seg víðari sum ein av teimum fýra bestu 3'arunum.

 

Onki var at siga til, at Týskland fór inn til dystin sum greiður favorittur, og hendan favorittleiklutin handfór Die Mannschaft eisini meistarliga. Tað gjørdist til ein tryggan 3-0 til Týskland.

 

Jerome Boateng legði fyri eftir átta minuttir, tá ið skoraði við rimmar fluktara, sum tó eisini varð avrættaður eitt vet av einum óhepnum slovaka. Bert fimm minuttir seinni burdi týska leiðslan verið økt, tá ið slovakiski liðformaðurin, Martin Skrtel, gjørdi brotsspark, men Mesut Özil sveik úr 11 metrum, tá ið skot hansara bleiv bjargað væl av slovakiska málverjanum.

 

Týskland kom tó á odda 2-0 undan hálvleikssteðginum, tá ið Mario Gomez økti. Seinasti seymur í slovakisku líkkistuna varð sligin, tá ið Julian Draxler skoraði til endaliga úrslitið, 3-0, eftir 63 minuttir.

 

Harvið hava týsku heimsmeistararnir spælt seg víðari til fjórðingsfinaluna. Hendan fjórðingsfinalan verður óivað eitt satt brak, tí at Týskland skal spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Italia og Spania. Hesi liðini spæla dyst sínamillum í dag.