Heimsmeistararnir vunnu stórt

-

Í vikuni spældu heimsmeistarnir í kvinnufótbólti ein dyst móti Írlandi, sum føroysku kvinnurnar vóru í bólki við í undankappingini 1995/1996.

Ta ferðina taptu vit 3-1 bæði heima í Føroyum og á útivølli í Írlandi.

 30.654 áskoðarar sóu dystin, sum varð spældur í Boston, og hann endaði við 5-0 sigri til heimsmeistararnar USA, eftir 2-0 leiðslu í hálvleikssteðginum.

Málini gjørdu Tiffeny Milbrett (25 59,), Julie Foudy 38, Joy Fawcett (72) og Kristine Lilly (75).