Heimsmeistari í kickboksing dripin í Ukraina

- Eftir hetjuna sita kona og tvey ára gamla dóttir teirra, sigur borgarstjórin í ukrainska býnum, Ivano-Frankivsk.

Vitalyj Merinov, sum fýra ferðir hevur verið heimsmeistari í kickboksing og eisini var lokalpolitikari í ukrainska býnum, Ivano-Frankivsk, er drpin í bardøgum í krígnum.

 

Tað skrivar borgarstjórin í býnum, Ruslan Martsjinkiv, á Facebook. Hann leggur aftrat, at Vitalyj er ein velduga stórur missur fyri býarsamfelagið í Ivano-Frankivsk.

 

Borgarstjórin sigur, at eftir hetjuna sita kona og tvey ára gamla dóttir teirra. 

 

Ruslan Martsjinkiv sigur, at Vitalyj Merinov varð fluttur á sjúkrahús, har hann doyði. 

 

- Vitalyj Merinov fór í hertænastu stutt eftir russisku innrásina og hevur áður í krígnum hetta árið yvirlivað ein skotskaða í beininum, veit borgarstjórin at siga.