Nýklakti heimsmeistarin í Formula 1 kappkoyring, týskarin, Noco Rosberg, tók øll á bóli nú seinnapartin.
Tann 31 ára gamli Nico Rosberg hevur nýliga vunnið HM eftir eina harða kapping við bretska koyraran, Lewis Hamilton. Og í dag hevur hann so kunngjørt fyri almenninginum, at hann nú gevst at koyra kapp.
Fjølmiðlarnir vóru sum slignir á nevið, tá ið hann greiddi frá, at nú stóri dreymurin er rokkin, heldur hann, at rætta løtan er komin at gevast.
Hann sigur, at tá ið hann settist í bilin í seinastu kappingini í síðstu viku, har hann púra greiður yvir, at hetta var hansara seinasta kapping. Hann sigur, at tað føldust væl, og nú hevur hann so almannakunngjørt avgerðina í dag.
Men nú eru tey farin at hugsað um, hvat kann búgva aftanfyri. Ein tanki er, at hann torir ikki at taka kappingina upp aftur við Lewis Hamilton, men onnur halda rætt og slætt, at hann er mettur av at koyra kapp, nú hann loksins er vorðin heimsmeistari.
Sjálvur sigur hann, at nú er hann komin á tindin, so at hetta er akkurát rætta løtan at gevast.