Í miðøldini vórðu húsini nýtt sum fongsul. Har sótu átta kvinnur, ið vóru undir illgruna fyri at vera heksir. Ein av teimum var Ursula Kemp, sum varð hongd í 1582.
Um tað er hon, ið hevur lýst húsini í bann, er ilt at meta um, men tað svitast ei, at núverandi eigarin, Vanessa Mitchell, hevur upplivað eitt sindur av hvørjum, ið hevur gjørt hana ræðslusligna, tá ið hon búði har.
– Eg ivist onga løtu í, at tey eru fongd av eini vanbøn. Eg havi búð har í fleiri ár, men valdi at flyta fyri sjey árum síðani. Dag frá degi versnaði støðan, og loksins tordi eg stutt sagt ikki at búgva har, sigur Vanessa við ymsar miðlar.
Seinastu sjey árini hevur hon búð til leigu, og ímeðan hava serfrøðingar innan paranormalt virkni kannað húsini. Millum annað hava teir sett upp sokallað CCTV-vakmyndatól, sum upptaka alt virksemi í húsunum samdøgrið á tremur.
Og hetta hevur givið úrslit. Ongin ivi er um, at húsini eru heimsøkt. Myndirnar prógva, at í húsunum býr m.a. eitt spøkilsi, ið av serfrøðingum verður nevnt ein satanisk geit.
Fanans hús
Donsku spøkilsisveiðimenninir, Jette Gladbjerg og Kim R. Søndergaard, ið starvast á Kanal 5, vóru fyri kortum á vitjan í húsunum hjá Vanessa Mitchell, og tey eru heldur ikki í iva:
– Okkurt ræðuligt er farið fram innan hesar fýra veggir. Alt bendir á, at kvinnurnar, ið hava verið innilæstar her øll hesi árini, eru píndar á fúlasta hátt.
Jette Gladbjerg sigur, at her er við lít talan um eitt fanans hús. Sum dømi nevnir hon, at eitt vakmyndatól varð sett á eina dós inni í køkinum, og við eitt fór tólið knappliga at vagga. Hetta helt ikki uppat, fyrr enn hon setti seg við síðina av tólinum eina góða løtu.
Tá ið Jette Gladbjerg og Kim R. Søndergaard komu heim aftur til Danmarkar, gjørdist hon álvarsliga sjúk. Og hon er ikki í iva um hví:
– Eg havi tað so nøkunlunda nú, men uttan himpr tori eg at staðfesta, at orsøkin til at eg í seinastuni havi verið so ússalig, er, at eg á sinni var á vitjan í spøkilsishúsunum, sigur hon.
»The Cage«, ið húsini verða nevnd, eru nú til sølu. Eigarin, Vanessa Mitchell, sigur, at øll sjálvandi eru vælkomin at geva eini boð, men at húsið ikki verður selt til familjur við børnum.
– Tey eru alt ov kensluborin til at búgva í einum tílíkum heksareiðri, staðfestir hon.