Heimsstjørna syngur sang hjá Kára Jacobsen

Grace Jones hevur verið í upptøkuhølum í Keypmannahavn og sungið sang hjá Kára Jacobsen. Sangurin fer helst kring allan heim, og nú vil amerikanska songkvinnan hoyra fleiri løg hjá føroyinginum

Hon fór av durðum á Manhattan í New York, fleyg um Atlantshavið og brúkti tveir dagar í studio í Keypmannahavn. Alt fyri at syngja ein sang hjá Kára Jacobsen.

Føroyski sangskrivarin og tónleikarin er í Føroyum best kendur fyri ólavsøkusangin um deiligu Havnina, men næstu tíðina verður tað myrka songkvinnan og sjónleikarindan Grace Jones, sum skal syngja um fullkomnað brotsverkið hjá Kára.

? Tað var næstan óveruliga at hava eina so stóra stjørnu og so frálíkan sangara í studio, sigur Kári Jacobsen um dagarnar saman við Grace Jones.

The Perfect Crime kallast sangurin, og hann skal brúkast í eini sending, sum danska TV3 hevur lagt nógvar pengar í. Á donskum er heitið á sendingini Det perfekte kup, og 20. mars fer fyrsti partur av røðini í luftina.

Tá verður tað við nýggja sanginum hjá Kára Jacobsen sum eyðkennislag, og Kári hevur saman við danska samstarvsfelagnum Jacob Duus eisini gjørt annan tónleik, sum skal brúkast í sendingini, sum verður flaggskipið hjá TV3 næstu mánaðirnar.


Tóku kjansin

Kári Jacobsen er rættiliga við at koma fram í Danmark. Hann hevur skrivað tónleik til fleiri kendar sjónvarpssendingar, og nú kann samstarvið við Grace Jones seta enn meira ferð á karrieruna.

Seinasta hálva árið hevur yrkisleiðin sum komponistur til tónleik, sum verður brúktur í sendingum sum Jeopardy og Rene ord for pengene, rættiliga tikið dik á seg.

Størstu uppgávuna fekk Kári frá einum framleiðslufelag, sum skuldi gera eina nýggja sending til TV3. Hetta er ikki bara ein sending, sum skal tveitast inn í skránna eitt tilvildarligt kvøld fyri at rúgva eitt sindur upp. Sendingin er størsta projektið hjá TV3 í løtuni, og hon skal lokka hyggjarar og lýsarar til rásina. Sendingarnar hava kostað eina trivaliga milliónaupphædd at útvikla og framleiða.

? Tá TV3 nú legði so nógv fyri, og alt skuldi verða so og so stórt, so vildu vit eisini gera nógv burtur úr eyðkennislagnum. Vit settu okkum í samband við Grace Jones, og hon vildi fegin verða við, eftir at hon hevði hoyrt sangin hjá okkum, greiðir Kári Jacobsen frá.

? Hetta var ein stór íløga hjá TV3 at gera, og tí var tað alneyðugt fyri okkum, at vit fingu sum mest burtur úr, tá Grace Jones so kom í studio. Tað er langt síðani, at hon var frammi, og í grundini vistu vit ikki við vissu, um hann framvegis kláraði at syngja so væl, sum hon plagdi. Men tað gjørdi hon sanniliga.


Seljast til onnur lond

Arbeiðið í studionum í Keypmannahavn tók tveir dagar, og úrslitið heldur Kári Jacobsen verða frálíka gott.

? Hon er veruliga ein sangari í heimsklassa. Tað er ein myrkur og dramatiskur dámur yvir sanginum, og tað passaði røddin hjá Grace Jones sera væl til, sigur Kári.

Áðrenn amerikanska songkvinnan kom í studio, høvdu Kári og Jacob fyrireikað seg væl. Allur tónleikurin var spældur inn, og ein annar føroyingur, Óli Poulsen, var kallaður inn til at leggja seinastu hond á tónleikin.

? Grace Jones visti, hvat hon vildi, tá hon kom í studio, men vit vistu sanniliga eisini, hvat vit vildu hava burtur úr, sigur Kári.

? Hetta er klárt tað størsta navnið, sum eg havi samstarvað við, og tá hon kom í studio fyrstu ferð, kendist tað eitt sindur løgið. Men vit vandu okkum við tað, og tað gjørdist til eina ómetaliga spennandi og stuttliga uppgávu.

Grace Jones var so væl nøgd við sangin, at hon bað Kára og Jacob senda sær fleiri sangir, og tí er eitt framtíðar samstarv við Grace Jones ikki útilokað.

Men fyri fyrst er tað ein sangur, sum føroyski komponisturin og amerikanska heimsstjørnan hava gjørt saman, og umframt at skula brúkast í sjálvari sendingini hjá TV3, skal sangurin eisini gera reklamu fyri sendirøðini. Sangurin verður spældur á ymsum útvarpsrásum í Norðurlondum.

Fleiri sjónvarpsfeløg í øðrum londum eru áhugað í at keypa konseptið til sendingina frá TV3, og gera tey tað, verður tað við sanginum hjá Kára Jacobsen sum eyðkennislagi.

Sama felag, sum gjørdi sendirøðina um stóru floksveitsluna, hevur gjørt nýggju røðina til TV3, og verður hugsað um, hvussu víða flokasveitslan er komin, kann alt henda við Det Perfekte Kup.

Vanligt er, at tá eitt sjónvarpsfelag ger eina nýggja sending, eigur tað rættindini til konseptið, og tað kann seljast til onnur lond. Sendingin um floksveitsluna, sum føroyski Per Zachariasen hevur framleitt, er seld til nógv lond, og í fjør var røðini á topp-10 yvir størstu undirhaldssendingarnar í heiminum.


Gevast út á stakfløgu

Møguleikar eru fyri, at sangurin um fullkomnað brotsverkið skal gevast út á eini stakfløgu, og líkt er til, at hendan stakfløgan skal gevast út í fleiri londum.

? Enn vita vit ikki so nógv um hetta, men tá tú hevur við eina slíka stjørnu at gera, so veitst tú ongantíð, hvat kann spyrjast burtur úr, sigur Kári Jacobsen.

Tað kann eisini koma upp á tal, at sangurin hjá Kára skal brúkast á eini útgávu hjá Grace Jones seinni.

? Í øllum førðum hevur eitt slíkt samstarv stóran týdning fyri meg framyvir, tí tað kann hava aðrar spennandi uppgávur við sær, og í løtuni er okkurt á bakkastokki.

Kári Jacobsen hevur nógvu seinnu árini búð í Danmark, men tað er serliga seinasta hálva árið, at hann rættiliga hevur fingið vind í seglini sum komponistur. Og eftir nýggjasta avrikið saman við Grace Jones eru møguleikar fyri, at hann kann náa enn longur innan tónleikaheimin.

Sanniliga eitt fullkomið brotsverk...