Heimsumfatandi telduálop

Túsundtals teldur eru raktar av sokallaða WannaCry virusinum . Seinastu dagarnar eru túsundatals teldur kring heimin raktar av hesum virusi, ið læsir telduna hjá tær og einans afturfyri eitt endurgjald, fær tú atgongd til upplýsingarnar, ið liggja á telduni.

 

Virusið er í umferð enn og sambært Politiken, so eru tað fleiri teldur í Danmark, sum eru raktar í dag. Enn vita vit ikki um nakað mál í Føroyum.

 

Mett verður, at álopið hevur rakt 200.000 teldur í 150 londum og vanliga upphæddin, ið verður kravd fyri at fáa atgongd til telduna aftur, liggur millum 2000-4000 krónur.

 

Millum annað er bretska sjúkrahúsverkið rakt, har fleiri skurðviðgerðir máttu avlýsast, umframt at sjúkrahúsverk í fleiri øðrum londum eisini er rakt.

 

Teldusníkar frá felagsskapinum Shadow Brokers, framdu í apríl mánaða eitt álop á amerkikonsku fregnartænastuna NSA, har skipanin til WannaCry virusið bleiv stolin.