Alheims fólkatalið heldur fram við at veksa um enn ikki so skjótt sum áður.
ST væntar, at klótan fer um átta milliardir fólk í hesum árinum, helst um 15. november.
Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá ST í dag, sum er gjørd í sambandi við World Population Day, skrivar tíðindastovan dpa.
– Í 2020 minkaði vøksturin í alheims fólkatalinum til undir eitt prosent um árið fyri fyrstu ferð síðani 1950, stendur í frágreiðingini.
Hóast munir í ymsu økjunum heldur John Wilmout, sum er stjóri fólkatalsdeildini hjá ST, møguleikar vera í gongdini.
– Tá støddin á miðalfamiljuni verður minni, verður tað gjørligt hjá bæði familjum og samfelagnum at gera íløgur í hvørt einstakt barn og økjum góðskuna í útbúgving og menna menniskjansliga kapitalin í fólkinum, sigur hann við dpa.
Væntaða livitíðin fer harumframt at vaksa til 77,2 ár í 2050 frá 72,8 í 2019, metir ST.
Og so fara fleir og fleiri háinntøkulond at merkja negativan fólkatalsbroytingar, sum Japan longjr ger í dag.
Fyri at halda støðugum vøkstri fara lond sum eitt nú Týskland at hava tørv á migrantum.
ST-frágreiðingin vísir eisini, at innan 2023 fer India at vaksa fram um Kina sum fólkaríkasta landið í heiminum.
Sambært forsøgnini fer tað í 2030 at vera 8,5 milliardir fólk í heiminum og 9,7 í 2050. Fólkatalið verður upp á tað hægsta á um 10,4 milliardir í 2080'unum, og har á leið fer tað at vera til 2011, skrivar tíðindastovan AFP.
Komandi tíggjuáraskeiðini fer meira enn helmingurin av væntaða vøkstrinum í alheims fólkatalinum at vera í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Egyptalandi, Etiopia, Filippinunum, India, Nigeria, Pakistan og Tanzania.
/ritzau/