Heimurin í loga

Heimskendi prædikumaðurin, Billy Grahamm hevur í bók síni "Heimurin í loga" eina sera áhugaverda grein, sum hann nevnir Tann dagin, tá ið deyðin doyði:

Í greinni skrivar Billy Graham millum annað:
"Tá kona mín og eg vóru studentar, plagdu vit at fara gongutúrar í skóg og haga. Nærhendis stóð ein gamal kirkjugarður, og vit fóru ofta hagar og lósu tað, sum skrivað var á gravsteinarnar. Seinni hevur mær altíð dámt sera væl at ganga í gomlum kirkjugarðurum ymsar staðir í heiminum. Tá ein gongur í einum kirkjugarði og hyggur eftir grasvteinunum ella fer í eina kirkju og sær tey gomlu monumentir, eru tað orð, sum ofta møta einum: "Her hvílir", og so kemur navn, deyðsdagurin og kanska ein ella annar setningur, sum vísir eina góða síðu hjá tí deyða. Hvussu annarleiðis er ikki tað, sum skrivað varð yvir grøv Jesusar. Hon er hvørki skrivað við gulli ella høgd inn í stein. Hon varð tosað av einum englamunni og er tað mótsatta av, hvat stendur á øllum øðrum grøvum: "Hann er ikki her, hann er risin upp". (Matteus 28,6)
Jesu Kristi deyði og uppreisn eru tær størstu hendingar í mannasøguni. Apostulin Paulus skrivaði: "Og er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara tóm, so er trúgv tykka tóm við. Er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn. (1. Kor)
Tá vit lesa um ta fyrstu samkomuna, síggja vit, at tað sentrala evnið, sum hesi fyrstu kristnu tosaðu um, var tann veruleiki, at Jesus Kristus, hann sum varð krossfestur, var risin upp av teimum deyðu.
Vanliga hoyra vit eina prædiku um uppreisnina hvønn fyrsta páskadag, og tað er alt. Hjá teimum fyrstu apostlunum var øðrvísi - krossurin og uppreisni vóru evni, teir altíð vóru upptiknir av. Krossurin og uppreisnin hoyrdu saman. Uttan uppreisnina vildi krossurin verið ein "tragedia" og eitt niðurlag. Skuldi Kristi likam verði verandi í eini grøv, vildi tað ikki verði nakar góður boðskapur. Heimsmyrkrið vildi í sannheit verði tætt, lívið vildi komið at missa sín týdning. Tað nýggja testamentið vildi verið ein "myta", kristindómurin er ein "fabel". Milliónir av livandi og deyðum vildi verið offur fyri eini veldugari skrønu.
Ivan Turgenev umrøður ein lítlan bygdakirkjugarð í einum av sínum bókum. Millum tær mongu gravirnar var tað eisini ein, sum einki menniskja rørdi við, einki djór traðkaði á hana. Tað vóru einans fuglarnir, sum settu seg niður har í skýmingini og sungu. Ofta komu tvey veik, gomul menniskju, ein maður og kona hansara út til grøvina. Tey mestsum sleipaðu seg fram við tungum fótafetum. Tá tey komu fram, hoygdu tey síni knø og stardu upp á steinin, sum lá veltur yvir tað, sum var eftir av soni teirra. Tey grótu og suffaðu. Eftir at hava verið har eina lítla løtu, turkaðu tey dustið av steininum, plantaðu ein lítlan furukvist á grøvina og byrjaðu at biðja. Nú tyktist tey at vera nærri soninum enn nakrantíð áður. So sigur Turgenev: "Eru bønir og tár teirra veruliga til onga nyttu? Er ikki kærliekin, tann ofrandi, heilagi kærleikin, ein makt í sjálvum sær? Hvussu syndafult og uppreistrarsinnað tað hjarta enn mátti vera, sum lá fjalt í grøvini, so vaksa tó blómur omaná, blómur, sum strála móti okkum við sínum ókskyldugu eygum. Tær bera okkum boð um tann æviga endurloysing og lívið uttan enda."
Turgenev boðaði vón um æviga endurloysing. Men við hvørji grund vónar hann. Grundin til vónina botnar eina og aleina í Jesu Kristi uppreisn.
Skal menniskja liva av nýggjum?
Tann stóri spurningurin gjøgnum tíðirnar hevur verið: "Um eitt menniskja doyr, skal tað tá liva av nýggjum? "Vit vita, at tann fyrsti parturin av hesum setningi verður uppfyltur hvønn einasta dag. Tað er ikki nakar "spurningur" um tann partin. "Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja einaferð. (Hebr. 9,27) Spurningurin verður: "Skal menniskja liva av nýggjum?"
Tað eru tey sum halda, at menniskja ikki er annað enn bein, kjøt og blóð. Tey siga, at tá tú doyrt, so ert tú deyður. Tað hendir einki, tú verður burtur í grøvini. Dust verður til dust, øska til øsku.
Spyr vísmenninar, teir kunnu ikki geva tær nakað svar. Eg havi spurt eina rúgva av vísmonnum um lívði eftir deyðan, og teir flestu av teimum svara: "Vit vita ikki." Tann andaliga heimin vita teir einki um.
Við tað at fleiri av teimum ikki trúgva upp á nakað lív eftir deyðan, verða bókaverk teirra fylt av "tragedium og pessimisme". William Faulkner, James Joyce, Ernest Hemmingway, Eugene O'Neil og fleiri aðrir eru dømi um hetta.
Hvussu nógv annarleiðis er tað ikki við Jesus Kristus, sum segði: "Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, ið livir og trýr á meg, skal í allar ævir ikki doyggja." (Joh. ev. 11.25-26). Framvegis sigur hann: "Eg livi, og tit skulu liva." (Joh.ev.14,19) Trúgv á Gud, og trúgv á meg" (Joh.ev.14,1).
Vón okkara um ódeyðiligleika er baserað eina upp á Kristus.
Bíblian viðger Jesu uppreisn sum eina hending, sum kundi merkjast av teimum fysisku sansuum. Hon víðvíkti eyguni, tí lærusveinarnir sóu Jesus fleiri ferðir og undir ymiskum viðurskiftumm. Í einum føri var tað ein einstakur lærusveinur, sum sá hann, í einum øðrum føri meira enn fimm hundrað. Nøkur sóu Jesus, meðan tey vóru einsamøll, onnur meðan tey vóru saman. Nøkur sóu hann bert eitt eygablikk, onnur í longri tið.
Nøkur sóu hann í frástøðu, onnur tætt íhjá. Nøkur sóu hann einaferð, onnur fleiri ferðir. Uppreisnin rørdi eisini oyruni, tí lærusveinarnir hoyrdu Jesu rødd. Uppreisnin rørdi eisini følilsini, tí lærusveinarnir vórðu bidnir um at nema við Jesus. Og har við staðfesta, at hann var fýsiskt veruligur. Teir ikki einans sóu hann, men nomu við hann, og ferðastu saman við honum, tosaðu við hann, ótu saman við honum og spurdu hann ymiskt.
Tað eru søgulig fakta sum liggja til tgrund fyri trúgv okkara á Jesu likamligu uppreisn. Henda hending er sterkari prótgv en nøkur onnur hending um somu tíð.

kelda: Billy Graham
Heimurin í loga 1971