Heimurin sambært ABDH

Sitandi samgonga er ein løtt málskiva, men illa slepst undan, at hon er eitt áhugavert fyribrigdi, fyri einhvønn við áhuga fyri politiskari sálarfrøði. Tí harðari aldan brýtur í borð, størri gerst vissan um, at leiðin er røtt.

Janus á Ryggi
-----

Í samgonguni vóru fólk misjøvn á máli um vánaliga úrskurðin av seinastu veljarakanning, sum varð kunngjørd í sosialinum. Men í seinasta enda var tað bert miðflokkurin, ið fór í panikk og kallaði sín egna samgongupolitikk hjartaleysan. Sambært kanningini hevði samgongan mist sløk 10 % av sínum veljarum um val var í dag og fingið fýra tingfólk færri. Fólkaflokkurin, ið hevur verið ideologiski arkitekturin handan stóran ein part av samgongupolitikkinum, hevði ikki mist færri enn 3 tingfólk. Veljarakanningin vísti greitt, at veljarin ynskti ein øðrvísi politikk.

Men líka síðani samgongan tók við valdinum, hava serfrøðingar, fakfeløg og smábólkar í hópatali ávara ímóti førda politikkinum. Veljarakanningin staðfestir bert ónøgdsemi, ið hevur brotið ímóti samgonguni síðani hon kom til valdið. Afturat hesum hava vit sæð eina røð av serfrøðingum í seinastuni ávara ímóti førda búskaparpolitikkinum, ið ikki møtir okkara nógv størstu avbjóðing: fólkafráflytingini. Men mótmælini tykjast ikki rína við. Tað gerst tí áhugavert at spyrja: hvussu ber hetta til?

Samgongan er sannførd
Gaman í, eitt lítið sindur av sjálvrannsakan hevur verið at sæð frá samgonguumboðum, men í seinasta enda venda samgonguleiðarar aftur til hetta: Vit trúgva uppá ABDH projektið. Og samgongan hevur roynt at sannført okkum um, at rætt verður trúð. Fyrst við fyrru búskaparfrágreiðingini ”Á rættari kós” og síðani við peikifingrinum ímóti framtíðini. Afturvendandi boðskapurin er ”fólk hava ikki sæð úrslitið av broytingunum enn”. Jú, kanska vit skulu ásanna, at samgongan ikki stendur fyri nakrari lættari uppgávu: At venda fólkafráflytingini - fyri at taka eitt dømi.

Men ikki slepst undan, at talan er um eina serliga sannførda samgongu, ið veruliga skoðar inneftir, heldur enn úteftir. Í politiskari sálarfrøði verður hetta ofta nevnt ”group think”. Hugtakið sipar til, at ein bólkur innanhýsis kann gerast ógvuliga sannførdur um eitthvørt, hóast heimurin uttanum bólkin sigur okkurt annað. Einstøku limirnir í bólkinum stuðla hvør øðrum í, at halda fast um eina felags sannføring, fyri einhvønn prís. Rákið í einum og hvørjum bólki gongur tí ímóti semju, eisini hóast ósemjir eru millum limir í bólkinum. Alternativar tulkingar av veruleikanum verða automatiskt skúgvaðar til viks. Bush stjórnin varð t.d. ofta ”løgd undir” group think.
Ikki sørt, at ABDH er eyðkend av ”group think”. Líka frá byrjan frættist, at allir møguligir serfrøðingar úr fyrisitingini, ið høvdu øðrvísi sannføring, høvdu fingið bæði munnkurv og tænastuboð frá samgonguni. Og lítil dialogur var við almenningin áðrenn stórar samfelagsbroytingar vóru settar í verk. Mótmælini frá almenninginum vórðu samsvarandi, uttan úrslit.

Politisk trúgv
Sannlíkt er, at nógvu mótmælini ímóti høgrasneiðingini í føroyskum politikki tvørturímóti hava verið við til, at styrkt trúnna hjá samgonguleiðsluni. Helst við øvugtari effekt, enn mótmælisfólkini hava ætlað. Í samrøðu við Sosialin herfyri segði løgmaður millum annað, at hann framvegis trúði fult og fast uppá at borgarliga leiðin var neyðug. Umframt at norðurlendska vælferðarsamfelagið, í sínum núverandi líki, ongan møguleika hevur. Og hann sipaði til samgonguleistin, sum ein part av síni egnu persónligu lívsfilosofi. Politiska kósin tykist stinga sálarfrøðiliga djúpt.

Átøkini hjá samgonguni eru tí væl meiri ideologiskt treytað, enn tað vit hava sæð í føroyskum politikki seinnu árini. Í hvussu er sjónligari ideologisk. Ideologi sum hugtak sipar til grundleggjandi menniskja-, heims- og samfelagsfatan. Á ein hátt átøkt religiónshugtakinum. Og ikki slepst undan, at kjakast um ideologi, tí allur praktiskur politikkur í sínum grundvølli, byggir á djúpri fortreytir um hvat vit halda vera moralskt rætt ella skeivt. Og í hvussu er, er neyðugt hjá politikarum at grundgeva fyri einum politikki moralskt, eitt nú við at siga, at ein politisk avgerð er ”betri fyri heildina”. Við øðrum orðum sleppur politikkur ikki at standa óheftur av ideologiskum grundgevingum.

Og tá serfrøðingar harnæst hava mótstríðandi hugsanir, er lættari at venda aftur til nakrar kjarnu trúarsetningar, at tulka heimin við.

Tá tað regnar á prest
Idéologiska trúgvin hjá samgonguni er ein útgáva av tí, sum í amerikonskum politikki ofta verður rópt ”trickle-down-economics”. Við at geva skattalættar til tey vælbjargaðu, ella tey, fyri at brúka orðini hjá samgonguni ”sum arbeiða hart”, kemur hetta eisini øllum øðrum til ágóða. Størri forbrúk gagnar smærru aktørunum í búskapinum. Tá tað regnar á prest, so drippar á dekn. Henda fatan kom eisini til sjóndar í samrøðuni við løgmann í sosialinum herfyri, tá okkara størstu avbjóðing umræður. Hann var sannførdur um, at nýggja skattaskipanin var eitt tað størsta átakið fyri at steðga fráflytingini.

Kritiskar røddir hava sjálvandi leingi spurt, um roknistykki er so einfalt. Spyrjast kann t.d. um vit kunnu kenna okkum trygg við, at ”seinast vunni peningurin” aftaná skattalættan, automatiskt fer at elva til fleiri størv til fólk við høgum útbúgvingum, ið jú eru tey, ið skulu lokkast aftur til Føroya - sum samgongan eisini ásannar. Ella um skattalættin fyrst og fremst fer at gagna teimum, ið longu hava eina støðuga fíggjarliga tilveru í Føroyum. Kritisku røddirnar eftirlýsa ein miðvísan búskaparpolitikk, ið ber við sær størri vinnuligt fjølbroytni í Føroyum og fleiri størv til væl útbúnu útisetarnar.

Dugir ABDH borgarligt samskifti?
Men borgarliga samgongan kundi helst staðið seg væl betri, enn hon ger í veljarakanningum nú. Tí borgarligur retorikkur hevur, søguliga, ofta tala til hjørtini av einum breiðum skara av veljarum. Eitt nú er rættuligur munur á, at hoyra brot úr røðum hjá Margaret Tatcher ella Ronald Reagan og síðani lurta eftir ABDH retorikki. Bæði vóru stórir tilhangarar av skattalættum og almennum sparingum, eins og samgongan. Munurin er, at tey bæði fyrru, talaðu meiri sannførandi og við størri eldhuga fyri síni søk.

Taka vit gamla klassiska grikska retoriska uppbýti, millum ethos, pathos og logos, hevur samgongan ikki staðið seg væl. Pathos sipar til, at ein boðberið vinnur ein móttakara yvir á sína síðu við at tala til kenslur hansara. Nýggj gransking í politiskum samskifti hevur avdúkað, at teir politikarar ið megna at tala til kenslurnar á veljaranum, við sannføring og eldhuga, fáa størstu undirtøkuna. Orsøkin til hetta er, at okkara heilar í stóran mun, inndraga kenslurnar tá vit skulu taka avgerðir um, hvørt okkum dámar okkurt ella ikki. Lykilin til at vinna kenslurnar er, at veljarin kennir seg sum part av einum førdum politikki. Hetta hevur samgongan ikki megnað.

Tvørturímóti sær út til, at stórir samfelagsbólkar kenna seg uttanfyri rikna politikkin. Eitt nú er normurin næstan vorðin at siga, at bert nøkur fingu ágóða av skattalættanum. Í mótsetning til pathos, sipar logos til skynsama sannføring, ið talar til viti. Vantandi eldhugin og visiónsloysi í politiska samskiftinum hjá samgonguni ber við sær, at andstøðan og fakfeløgini, hava fingið ein gyltan møguleika, við eini røð av serfrøðingum á odda, at niðurgera samgongupolitikkin við logiskum argumentum. Nógvum av hesum hevur samgongan latið standa ósvarað.

Skattalættar og minni beurokrati tala annars intuitivt sterkt til nógvar veljarar á báðum síðum á høgra/vinstra ásanum. Eitt nú er lítil ivi um, at fólkaflokkurin vanliga hevur bæði vanlig arbeiðsfólk og vinnulívsfólk á sínari síðu. Stórur partur av teimum fyrru nú helst er rýmdur, tí flokkurin enn ikki hevur megnað, at tala sannførandi fyri, at hansara skattalætta søk eisini er fyri tey.