Í Jordan valdar í løtuni landasorg yvir deyðan hjá høgt elskaða kongi teirra, Husseini kongi. Hussein kongur var 63 ára gamal, nú hann doyði, og hevur hann verið kongur í Jordan í samfull 47 ár.
Stjórnartíðin hjá Husseini kongi hevur ikki verið nøkur løtt stjórnartíð. Talan hevur verið um 47 óstøðug ár, har tann vællýddi kongurin hevur leitt landið trygt gjøgnum hópin av krepputíðum. Hussein kongur var íðin at arbeiða fyri friði í Miðeysti. Besta prógv fyri hesum er helst friðaravtalan millum Jordan og Ísrael í 1994. Henan avtalan verður mett sum eitt avgerandi stig á leiðini til frið millum arabar og ísraelittar.
Hussain kongur hevur verið sjúkur av krabbameini leingi. Nú, áðrenn deyða hasara, var hann til viðgerar á einum amerikonskum sjúkrahúsi, har hann fekk eina mergskiftisviðgerð. Men hósdagin í farnu viku, tveir dagar eftir mergskiftisviðgerðina, versnaði støða kongsnis munandi, og ynskti hann at sleppa til Jordans at liva seinastu dagarnar av lívi sínum. Hesir dagarnir gjørdist ikki nógvir í tali, tí longu fríggjadagin varð Hussein kongur staðfestur kropsliga deyður. Tó varð hann til sunnumorgunin hildin á lívi av maskinum.
Sýna samkenslu
Stjórnarleiðarar, bæði í miðeystri og úr vesturheiminum, sýna í hesum døgum samkenslu við Jordanum. Millum stjórnarleiðararnar, ið hava sent samkenslufjarrit, er danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen. Hann sigur millum annað, at Hussein deyði Husseins skapar stóran sakn hjá øllum kreftum, ið arbeiða fyri at byggja brúgv millum mótsetningarnar hjá fólki og tjóðum í øllum miðeysturøkinum.
Teir ymsiku stjórnarleiðararnir eru samdir í, at elsti sonur Husseins, Abdullah kongur, fær eina stóra uppgávu, nú hann skal fylga í fótafetum faðirsins og halda áfram at arbeiða fyri friði og semju í miðeystri. Men ikki verður hildið, at Abdullah kongur ikki fer at megna uppgávuna. Serfrøðingar vænta, at nýggi kongurin fer at megna at ganga í faðirsins fótafetum, og vætna teir, at skiftið millum kongarnar fer at verða ógvuliga bleytt.
Einir hálvthundrað ríkisleiðarar úr øllum heiminum eru í løtuni í Jordan og siga vællýdda konginum sítt seinasta farvæl. Millum stjórnarleiðararnar eru eisini stjórnarleiðarar, ið vanliga eru fíggindar, men fyri at sýna Hussein kongi seinasta heiðurin, hava teir avgjørt at vera saman friði til jarðarferðina.