Gott og væl 4 ár eru liðin, síðani Heine Lützen gav út fløguna Tíðirnar skifta. Henda fløga gjørdist ein hin mest selda í 90únum. Stílurin var so, at nærum øll kunnu njóta hann, og fløgan finst í dag í mongum føroyskum húsarhaldi.
Men tíðirnar skifta og stundir eru nú til eina nýggja útgávu. Stílurin er meira nýmótans, uttan tó at sleppa tráðnum, ið merkir tónleikin hjá Heina. Hetta eru sangir við andaligum teksti, stórur partur er nýgjørt tilfar.
Regin Guttensen hevur framleitt fløguna og Óli Poulsen hevur ljóðblandað. Millum tónleikararnar teljast fleiri av teimum royndastu í landinum, m.a. Niclas Johannesen, guitar, Jan Zachariassen, bass, Jógvan Zachariassen, fagot, Jákup Zachariassen, steelguitar og Regin Guttesen spælir ljómborð, ásláttur og eigur eisini røddir. Eisini luttekur United Voices á fløguni.
Fløgan Brotin verður at fáa í dag og tað er 3'arin í SMS, ið gevur út. Fløgan kostar 159 krónur.
Í sambandi við útgávuna verður móttøka í 3'aranum í dag klokkan 10:00