Heine sum vit kenna hann

Heine Lutzen var fyrsta navnið á útipallinum í dag. Alt ljóðaði væl, men Heine er lítið broyttur

Heine Lutzen hevur verið á øllum Fjarðafestivalunum, og onkur vildi mett, at hann er ímyndin av føroyskum kristnum tónleiki. Gjøgnum konsertina spældi hann fleiri av gomlu hittunum og okkurt hann ikki hevur spælt so ofta.

Í dag riggaðu kingoløgini hjá Heina væl og røddin varð líka góð sum altíð. Eisini riggaði tað væl at hann hevði systir sína, Maluna, við á pallinum, tí hon stuðlaði honum óført.

Kanska hildu summi at ljóðið var í so hart frá, so tíðliga á degnum, tí nógv bakkaðu burtur frá pallinum.

Tað er ikki so nógv meira at siga um Heina, tí hóast hann er óbroyttur, er hann væl verdur at lurta eftir, og heldur verandi gongd fram, verður hann eisini verdur at lurta eftir í næsta ár.