Heini Hanusarson vendir heim aftur

Fremsti føroyski hondbóltsspælarin, Heini Hanusarson, sum hevur fjørt vart við seg í bestu og næstbestu donsku hondbóltsdeildunum hesi seinastu árini, fer at spæla í Atlantic Airways deildini komandi kappingarár. Hetta avdúkaði Heini Hanusarson í tíðindasendingini hjá Rás2, fyri løtu síðani.

 

Enn er óvist hvat felag í Atlantic Airwyas deildini Heini Hanusarson fer at binda seg til, men eingin ivi kann vera um, at hann fer at fáa fleiri tilboð. Heini kemur fyrst og fremst heim til Føroya, fyri at arbeiða sum løgreglumaður.